Nógv fjølbroytt rørsla á Tórsbreyt

Rigmor føroyameistari í ½Marathon
06.05.2012
So byrjar Grand Prix á stadion
13.05.2012

Nógv fjølbroytt rørsla á Tórsbreyt

Mikudagar er stuttligt at síggja øll børnini og tey ungu venja á Tórsbreyt.  Tey ungu byrjaðu fyrst í góðveðrinum 9. mai. Á skránni var 30 m flúgvandi test. Tað vil siga at nú skuldi gerast eitt støðumet av toppferðini. Tað var í kaldara lagi, men vindurin lá um 1 m/s og var tí nærum perfektur. Eftir upphiting var fari í gongd. Roynt var bæði móti og undan vindinum fyri at fáa so góða meting sum gjørligt. Testin vísti at toppferðin er høg, tí onkur rann teir 30 m ½ sek skjótari enn í 2010, og skjótasta tíð er nú komin niður á 3,15 sek. Eftir testina var fari at venja við forðingum, har var gingið uppum uppá nógvar ymiskar mátar og so var gingið yvir og undir og bara undir forðingarnar. Hetta verður gjørt fyri at økja um mobilitetin og styrkina. Enda var við eitt sindur at special-styrki.

Meðan tey ungu vandu var Randi farin í gongd við at venja yngru hvirluvindarnar, og har økist talið støðugt, og nærkast skjótt markinum fyri hvussu nógv kunna verða við. Byrja var við eini lítlari breyt, har børnini runnu í ring, bóltaðu rút um hæddarlopsmadrassuna, lækkaðu, lupu um forðingarna og runnu um kejlur. Upphiting endaði við einum reaktións øvilsi. So var fari at venja renni-stíl har ymisk fyrireikandi renni-teknisk øvilsir vóru roynd, blanda saman við spurtum. Eisini var longdarlop vant áðren enda var við einum longri spurti.

Tá yngru hvirluvindarnir fóru heim komu teir eldru, og har vóru heili 25 sum møttu til venjing, harav 5, sum vóru komin at royna hesa venjing fyri at vita um hetta slag av venjing er tað rætta fyri tey. Hesi byrjaðu við somu breyt sum tey yngru, tó við tillaginum so tað var meir egna til hesi. Allar greinar verða vandar og hesaferð var diskuskast og longdarlop á skránni. Helvtin at venja diskuskast meðan hin helvtin fór at venja longdarlop. Í diskus vóru ymisk fyrireikandi almen-koordinativ øvilsir roynd áðrenn diskarnir komu fram. Diskarnir blivu fyrst trillaðir áðren teir blivu kastaðir. Hin helvtin leyp samstundis longarlop, har ymsir variantar av lopinum vóru royndir, hvør við sínum serliga endamálið. So var býtt um, so øll sluppu at royna báðar greinarnar áðren tey fóru heim.

Fleiri myndir frá venjingini eru í myndasavinum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *