500 fólk luttóku í “kerjar 2012”

Kerjar 2012 – skrá
23.11.2012
Fái INNI búðmerkið á draktina
04.12.2012

500 fólk luttóku í “kerjar 2012”

Tað táttaði væl í 500 luttakarar tá Kerjar2012 var sett ígongd uttanfyri Hotel Føroyar í vakra heyst-veðrinum leygardagin 24. november. Áðrenn byrjan høvdu tey verið í hugnaligu viðarlundini Kerjar við Hotel Føroyar, har Marin Katrina Frýdal hevði greitt frá um Kerjar, hvussu Hotel Føroyar hevði arbeitt fyri at fáa øki fríðka. Hon vísti á týdningin av at nýta gøturnar kringum í økinum. Hesar gøtur er ein av høvuðsorsøkunum til at tiltakið er har tað er. At renna í slíkum umhvørvið stimbrar, umframt hjarta og lungur, eisini javnvág og styrki, og er tað gevandi reint fysiologiskt. At tað so eisini er eitt fragd at uppliva vøkru náttúruna er nóg mikið í sær sjálvum til at fara út at røra seg. Røðan hjá Marin Katrinu Frýdal sæst her.

Ein vón hjá fyriskiparunum var at familjur fóru at nýta høvi at fara út í náttúruna at røra seg saman. Hetta eydnaðist, tí millum luttakarnar, ið umboðaðu alt frá royndum rennarum til fólk, sum á fyrsta sinni royndu seg í slíkum tiltakið, vóru fleiri familjur, har foreldur og børn rørdu seg saman. Eisini var ein skúlaflokkur á skúlanum á Argjahamri, sum hevði gjørt sær eitt flagg til dagin.

Næst á skránni var upphiting, sum Tummas Napoleon og Trygvi stóðu fyri. Eftir upphiting var farið niðan á parkeringsøki frammanfyri Kerjalon, har starturin fór ígongd. Só fóru teir útvið 500 luttakararnir niðan eftir vegnum, fyri síðan at snara oman á ríðibreytina, harfrá gekk leiðin eftir rossagøtunum og øðrum gøtum heilt niðan til vatnbrunnarnar í havnardali.

Tá luttakarnir komu á mál, stóð vatn frá Damfar og kakao og bollar frá Hotel Føroyum klárt í Kerjum. Tað var stak hugnaligt og nógv høvdu á orði, hvussu væl kakao frá Hotel Føroyum smakkaði.

Tá tey flestu vóru komin á má,l varð terkt millum nógvu góðu vinningarnar. Vinnarnir vóru:

  1. Sveimandi vikuskifti fyri 2 á Hotel Føroyum: Napoleon Joensen
  2. Gávurkort frá Áarstovu fyri 2: Ása í Jákupsstovu
  3. Gávupakki frá Niels L. Arge á Kongabrúnni: Ingibjørg Lutzen
  4. Renniskógvar til kvinnur frá Asics við rennitest á bandi frá Thomas Dam Intersport: Djóni Eidesgaard
  5. Renniskógvar til menn frá Asics við rennitest á bandi frá Thomas Dam Intersport: Petur Sigurð Johannesen
  6. Gávukort á Hvonn fyri 2: Beina Árnadóttir
  7. Tjógv: Winnie Poulsen
  8. Gás: Súsanna Sondum

Tey, sum ikki vóru til staðar tá trekt varð, kunna ringja til Birnu á telefon: 229700.

Hetta var fyrstu ferð at Hvirlan skipaði fyri tiltakið við so nógum luttakarum, men jaligi hugburðurin hjá luttakarunum og viljin til at tað skuldi eydnast hjá ungu fyriskiparunum í Hvirluni, saman við góðu stuðlunum (Hotel Føroyar, Intersport, Damfar, Niels L. Arge, Articon og tveir ónavngivnir), gjørdi at tiltakið eydnaðist stak væl. Tað er ongin ivi um at tiltakið verður endurtikið.

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

1 Comment

  1. Jesper says:

    Tak for et godt arrangement. Vi ses næste år.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *