5 startir, 5 persónlig met

Vindurin argaði íðkararnar
17.04.2014
Opin kapping leygardagin 26. apríl
25.04.2014

5 startir, 5 persónlig met

Opna kappingin leygardagin 19. apríl var í allar besta veðrið, og har høvdu Elias, Tummas Napoleon, Tórur og Kristian Martin avgjørt at royna seg.

Fyrstur í eldin var Tummas Napoleon. Tað var á 200 m teininum. Tíðanverri var hann koyrdur avstað einsamallur, og tað merkti at møguleikin fyri at fáa eina góða tíð var burtur. Hann royndi tó sítt besta og kom á mál við tíðini 24,81 sek, ið er 2/100 skjótari enn hann hevur gjørt í góðkendum vindi áður.

IMG_5597

Tórur og Elias royndu seg í trýstøkk. Elias hevði eina stabila kapping, har øll seks lopini vóru longri enn hansara persónliga met. Longsta var 9,16 m. Tórur fekk ikki lopini at rigga heilt tekniskt, men megnaði tó at bøta um sítt persónliga met og ogna sær bólkametið við 11,97 m.

IMG_5733

Kristian Martin hevur vant væl, og tað sást í kappingini við 7,26 kg kúluni. Hann byrjaði omanfyri 9 m og økti so inntil hann fyrst í fjóra og so aftur í fimta umfarið bøtti um sítt persónliga met. Longsta var 9,81 m.

IMG_5958

Síðstur í eldin var Elias á 800 m teininum. Hann rann eina kontrolleraða kapping, har hann endaði við at skera 10 sek av sinum persónliga metið so tað nú er 2 min 49,85 sek.

IMG_6005

Næsta opna kapping verður komandi leygardag (26. apríl) tá 100 m, longdarlop og spjótkast er á skránni. So verður eftir ætlan ein í hamarkast týskvøldið 29. apríl.

fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *