5 silvurmerkið fyrra dagin á DMU

Mennirnir tóku 28 ára gamalt føroyskt met
19.08.2019
Hvirlur kunna máta seg við tey bestu í Danmark.
25.08.2019

5 silvurmerkið fyrra dagin á DMU

Fyrri dagurin av kappingini um danska meistaraheitið fyri ung var eyðkent av, at marginalarnir í nærum øllum førðum vóru móti ungu hvirlunum. Hóast hetta, so gjørdist úrtøkan fimm silvurmerkið, eitt fjórða pláss og eitt sætta pláss í teimum sjey startunum hjá Hvirluni.

Børka Berg Jørgensen: nr 6

Børka (G14-15 ár) royndi seg við 500 g tunga spjótinum. Hetta er ikki grein, sum Børka vanliga venur, men hon hevur í summar víst, at hon megnar at kasta spjótið langt, tí valdi hon at royna seg móti sínum javnaldrum í Danmark, har heilar 15 høvdu bjóða Børku av.

Børka legði út við at kasta 31,05 m í fyrsta umfarið. Hon royndi so at økja um intensitetin í øðrum umfarið, men hetta riggaði ikki heilt, og kasti bleiv eitt sindur styttri. So var roynt at økja eitt sindur um ferðina inn í avleveringina, men kasti bleiv í so høgt. Eftir trimum umførum hevði hon tó tryggjar sær eitt páss millum tær átta, sum hildu áfram í kappingini. Fjórða kasti líktist nógv, meðan tað fimta miseydnaðist, So var ein roynd eftir. Her var fari aftur til at “bara kasta” og hetta riggaði betur. Hon kastaði 29,98 m, sum var tað næstbesta hjá henni. Hon endaði á einum flottum sætta plássi millum tær 16 sum royndu seg, har hon endaði minni enn tveir metrar frá pallinum.

Elin Niclasen: silvur

Seinasta árið hevur Elin (G16-17 ár) satsa heilhjarta uppá spjótkast, og hevur hetta gjørt, at hon hevur tikið seg munandi fram. Hon var tí styrkismett at dystast um silvurmerkið við eina úr Aarhus. Í fyrsta kasti gjørdi hon yvirtrakk, men í øðrum fekk hon gott træk í spjótið. Kasti bleiv mátað til 38,85 m og harvið legði hon seg á eitt trygt annað pláss. Triðja kasti gjørdist aftur yvirtrakk, og so var valt at justera atrenningina. Enn var tó valt at hava fokus á at fáa ferðina inn gjøgnum síðstu fetini. Í Fjórða kasti kom hon út á 36,65 m. Tað fimta miseydnaðist, meðan hon í síðsta umfarið vísti, at hon hevur stabiliserað seg á høgum støði við at kasta 36,13 m. Hon endaði á einum tryggum øðrum plássi, seks metrar frá gullinum og seks metrar frammanfyri bronsumerkið. Viðmerkjast kann at Elin kappast í sama bólki komandi ár.

Miso Buha: Silvur

Fyri einari viku síðan gjørdist Miso føroyameistari í trýstøkk við á fyrsta sinnið at leypa omanfyri 13 m uttandura. Nú skuldi hann so royna at vísa, at støði er stabilt har hann skuldi royna seg móti somu 16-17 ára gomlu dreingjunum, hann áður hevur haft trupulleikar við at vinna á. Í fyrsta lopið var hann í so lágur og misti hann tí ov nógva ferð. Lopið gjørdist tó 12,56 m, og legði hann seg harvið á fyrsta pláss. í næstu royndini var hann hægri, men fekk ikki tima næsta avsetti og tí misti hann ferð og longd. Hann økti tó til 12,86 m. í triðja var hann høgur og aktivur og so var úrslitið 13,08 m. Tá farið var undir síðstu trý umførðini, lá hann sum nummar eitt. Í fjórða misti hann fyrsta plássi tá ein leyp 13,30 m. í fimta leyp hann uttan iva besta lop, hann nakrantið hevur lopið, tí hann lendi nærhendis 14 m strikuni. Tíðanverri gjørdi hann yvirtrakk við 2-3 centimetrum og tað var tí ikki mátað. So var ein roynd eftir. Hann hevði góða ferð, og timing og power var góð, men tíðanverri leyp hann hesaferð væl áðrenn plankan. Tá máta verður frá plankanum kostar tað nógv, tí plankin sjálvur er 20 centimetrar, og haraftur var hann nakað aftanfyri. Lopið bleiv tó mátað til 13,07 m, so longd frá avsett var uttan iva longri enn teir 13,30, sum kravdust fyri at taka gullið. Tað bleiv tó til silvurmerkið góðan hálvan metur frammanfyri nummar trý. Miso kappast í sama aldursbólkið komandi ár.

Sunniva Bogadóttir: Silvur

Sunniva hevur etablerað seg sum ein av bestu spjótkastarum í sínum aldursbólkið, ikki minst við fantom kastinum á FM fyri viku síðan, har hon endiliga tók føroyska metið. Tí var í verðuleikanum ikki spenningur um hon fór at ogna sær heiðursmerkið. Spurningurin var hvør liturin fór at vera. Hon legði eisini út við at kasta 35,11 m, og harvið hevði hon í verðuleikanum tryggjað sær silvurmerkið. Tekniskt var kasti tó ikki optimalt. Serliga misti hon ferð inn í kasti og harafturat gav hon eftir í blokkinum. Roynt var at rætta hetta, men næsta miseydnaðist heilt. Roynt var so aftur, men hóast kastini vóru stabil, so manglaði tað lítla eyka, sum Sunniva ofta hevur í ermini. Hon endaði sostatt við ein fyri hana vánaligan dag, at ogna sær silvurmerkið við 35,11 m, sum var 1½ m frá gullinum og góða 5 metrar frá bronsuni.

Lýdia Poula Simonsen: nr 4

Lýdia, sum fyri viku síðan knústi sítt egna føroyska met í kúlustoyt, hevði eins og Sunniva trupulleikar við at fáa tað at rigga í Greve. Tað fyrsta endaði á 9,91 m, sum hóast væl betur enn nakar annar føroyingur megnar, ikki røkkur langt í dysti um danska meistaraheitið. Næsta sat eitt sindur betur, men av tí at hon ikki kom undir kúluna, sum tað eitur, tá hon fær aktivera høgra bein áðrenn vinstru øksl, so fór kúlan beint frameftir. Hon lendi tó á 10,72 m, sum gjørdi at Lýdia flutti seg upp á triðja pláss í kappingini. Næsta miseydnaðista heilt, men hon lá enn á triðja plássi tá fari var undir síðstu trý umførini. Fjórða sat eitt sindur betur, men var tó eitt vet styttri enn hennara fyrsta. Tað fimta miseydnaðis heilt, og her fór ein framvið Lýdiu, sum sostatt fór niður á fjórða pláss. Hon royndi at taka plássi aftur, men hóast hon var aktiv, so sat teknikkurin ikki. Hon endaði sostatt við 10,72 m, sum bara var 6 centimetrar frá bronsumerkinum.

Dánjal Dahl Ljóhsein: 2xsilvur + føroyskt met

Fyri einari viku síðan debuteraði Dánjal á 400 m rimarenning. Á ársins DMU var hann fyrsta hvirlan í kapping, tá hann á øðrum sinnið royndi seg á 400 m rimarenning. Uppgávan var at renna uppum 10 91,4 cm høgar rimar á teimum 400 m. Hann kom væl uppum tað fyrstu, men á tí næstu trippaði hann, tvs hann tók nøkur týtt fet, áðrenn hann leyp uppum. Á triðju endaði heilt galið. Hann rakar rimina, og missur stevið og noyðist heilt út á geilina uttanfyri fyri at fóta sær. Heldigvís var hann ikki kolldømdur, tí hansara feilur var ikki til bága fyri rennaran á geilini uttanfyri. Dánjal misti tó alla ferðina og harvið endaði hann langt aftanfyri hinar. Hann valdi tó at kempa, og fór tí í gongd við at royna at heinta hinar aftur. Hann var flúgvandi, men tá teir komu úr síðsta svingi vóru enn 10 m fram til hinar. Nú sat timing og ferðin var høg, so hann tók støðugt inn á hinar, og á strikuni var ikki til at siga hvør vann. Tá dómarnir høvdu hugt at málfoto var dómurin at Dánjal hevði runnið teir 400 m uppá 60,56 sek, sum er skjótari enn føroyska metið (føroyska metið er sett við hond-stoppurið og har verður lagdur 0,14 sek afturat fyri at samanlíkna við eltið og er tað tí 60,64 sek). Tiðanverri var tíðin 0,01 sek frá gullinum, men tað bleiv til eitt flott silvurmerkið í hansara næstu kapping á teininum.

Dánjal var eisini síðsta Hvirla í kapping. Hetta var tá hann skuldi royna seg á 400 m teininum, her var hann styrkismettur til eitt triðjapláss, men ilt var at meta um, hvussu nógv rimarenningin hevði kostað. Tað tyktist, sum hon hevði kostað nógv, tí eftir fyrstu 200 m lá Dánjal aftast av teimum átta í riðlinum. Her setti hann tó turbo til, og tá teir komu úr svinginum, var hann við at nærkast teimum fremru, og eins og á rimarenningini, so tók hann nógv fram á hinar allan vegin til strikuna, og á strikuni fekk hann stungi bringuna framum tann, í lá á øðrum plássi. Sostatt ognaði hann sær sítt næsta silvurmerkið á degnum. Tíðin gjørdist 52,29 sek, sum er persónligt met.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *