41 persónlig-, 10 bólka- og eitt føroyskt met í 50 startum fyrra dagin.

Hvirlan lend
25.01.2013
Trygvi við til Bermuda
28.01.2013

41 persónlig-, 10 bólka- og eitt føroyskt met í 50 startum fyrra dagin.

Fyrri dagurin á Stórmót var hektiskur, har nógvu Hvirlurnar royndu seg í ymsum kappingum frá kl. 9 á morgni til kl 18 á kvøldið. Tíðin tyktist tó ikki lang, tí tey góðu úrslitini rullaðu inn gjøgnum allan dagin.

Børka Berg Jørgensen var fyrst í eldin. Hon kappaðist í tí sum nevnist Fjölþraut barna, ið ein fjølkampur, har følk royna seg sum lið í nógvum ymiskum greinum. Hesar greinar eru frælsagreinar, tó tillagaðar aldursbólkin. Í tveir tímar í eitt royndi Børka seg í ymsum renningum, lopum og kastum. At enda fingur luttakarnir heiðursmerkir fyri innsatsin.

Helena Svabo Ziska royndi seg í bólkinum gentur 12 ár. Fyrsta grein hjá henni var seinka, og tí endaði tað við at Helena skuldi leypa longdarlop, stoyta kúlu og renna 60 m uppá ein tíma. Hetta tyktist tó ikki nerva hana, tí í kúlustoyt bøtti hon seg við einum heilum metri. Hennara nýggja persónliga met er 6,31 m. Hennara met-stoyt sæst her.

Guðrið Káradóttir Petersen og Bjørk Sigurðsdóttir Lamhauge royndu seg í bólkinum Gentur 13. Bjørk bøtti um sítt persónliga met við meir enn trimum sekundum tá hon kom á mál við tíðini 9,63 sek, meðan Guðrið bøtti sítt met við einum sekundi, so tað nú er 10,45 sek. Í longdarlopi bøttu báðar aftur munandi um síni met. Guðrið kom út fyri fyrstu ferð út um 3 m strikuna, og tað gjørdi hon so ikki minni enn tvær reisur. Tað longsta gjørdist 3,10 m. Bjørk legði góðan hálvan metur aftur sínum metið tá hon leyp 3,56 m.

Bólkurin dreingir 13 var størsti bólkur hjá Hvirluni. Har vóru heilir fimm við, har teir fýra ikki høvdu roynt seg í frælsakapping áður. Teirra fyrsta kapping var 60 m renning, har allir royndu seg. Her bøtti Dánjal Dahl Ljósheim um sítt personliga met tá hann rann teinin uppá 9,40 s. Pauli Nolsøe Vang kom á mál við tíðini 10,06 s, Rói Sørensen við tíðini 13,33 sek, Sveinur Ákasaon við tíðini 10,41 og Filip Rajani Hansen við tíðini 10,44. Stak flott tá hugsa verður um at teir ikki høvdu roynt seg í slíkari kapping áður.

Í longdarlopi, sum var onnur greinin var úrslitið at Dánjal leyp 3,81 m, Rói 1,88 m, Pauli 3,06 m, Sveinur 3,30 m og Filip 3,34 m, øll úrslitini eru persónlig met. Síðsti startur var tá Dánjal royndu seg á 600 m teininum. Her var hann tíðanverri komin í verra riðilin. Hann lá bein aftanfyri teir fremstu eftir 450 m, men á síðstu 150 m setti hann ferðina upp, so hann kom á mál 2½ sek frammanfyri tann næsta. Tað er ongin ivi um at tíðin hevði verði væl betur um hann rann í betra riðlinum. Tann møguleikan má hann bara hava til góðar.

Tað vóru tvær hvirlu-gentur í bólkinum Gentur 14 ár. Hesar vóru Tinna Berg Jørgensen og Rebecka Monja Jørgensen. Teirra fyrsti startur var 60 m renning, har báðar luttóku. Her Rebecka bøtti um sítt persónliga met til 10,33 sek. Tinna rann seg til tíðina 9,16 sek. Rebecka helt so áfram til kúlustoyt, har hon stoytti 3 kg tungu kúluna út á 5,06 m. Rebecka endaði dagin við at leypa 3,09 m í longdarlopi, ið er persónligt met.

Marita Káradóttir Petersen og Alda Sigurðsdóttir Lamhauge royndu seg móti hinum gentunum, ið vóru føddar í 1998. Fyrsta greinin var 200 m, har Alda stóð klár á startinum. Hon fekk eina minni góða byrjan, og var nakrar metrar aftanfyri í sínum riðli eftir teir fyrstu 50 m, men so kom hon upp í ferð, og megnaði hon at heinta alt innaftur og vinna sín riðil. Hon kom á mál við tíðini 30,15 sek, sum er góð 3 sek skjótari enn hon áður hevur runnið teinin. Tíðin er eisini niðanfyri b-kravið til talentbólkin hjá FÍF. 60 m renning var næst á skránni, og her royndu báðar seg. Marita kom á mál við tíðini 8,88, meðan Alda eisini kom undir 9 sek. Hennara tíð var 8,99 sek. Bæði eru persónlig met, meðan tíðin hjá Maritu harumframt er bólkamet. Síðsta greinin var longdarlop, har Marita var einsamøll í flotta reyða hvirlu-búnanum. Her bøtti hon um føroyska innandura metið tá hon í fimta umfarið leyp 4,43 m. Tað er eisini longri enn A-kravið til talentbólkin hjá FÍF.

Tórur Mortensen og Jákup Dahl Ljósheim luttóku í bólkinum Dreingir 15. Hóast teir venja nógv saman, so luttóku teir ikki í bara í somu greinum. Fyrsta skuldi Tórur royna seg á 60 m teininum. Hann koma á mál við tíðini 8,55 sek, síðan fóru báðir til longdarlop. Her sást at venjingin er á rættari kós, um enn úrslitini enn ikki eru har. Tí tekniskt sótu lopini væl hjá Tórur, men enn er tryggleikin ikki har til tey longu lopini. Jákup bøtti um sítt persónliga met til 4,35 m. Jákup fór beint frá longdarlopinum til 800 m startin. Har var ikki tíð til at fyrireika kroppin til hesa heilt annaðleiðis grein. Jákup kempaði tó væl og bøtti um sítt persónliga met á 800 m teininum til 2 min 45,53 sek.

Tað var ein hvirla sum royndi seg í bólkinum Gentur 16-17 ár. Tað var Edna Maria Debes, sum hevur verði sjúk, og enn ikki er komin heils fyri seg aftur. Hon royndi seg á 200 og 60 m teinunum. Fyrst var tað 60 m. Her bøtti hon um sítt persónliga met til 7,73 sek, meðan hon bøtti um sítt met á 200 m teininum við einum heilum sekundi so tað nú er 29,51 sek. Tað er eisini niðanfyri A-kravið til talentbólkin hjá FÍF. Tað verður áhugavert at síggja hvat hon kann tá hon er væl fyri.

Eins og hjá gentunum hevði Hvirlan eitt umboð tá tey 16-17 ára gomlu kappaðust. Tað var Hanus Jóhansson. Hann byrjaði dagin við at renna 60 m, har hann setti persónligt met við 8,60 sek. So fór hann til 800 m, har hann eisini ognaði sær eitt persónligt met. Tíðin hjá Hanusi var 2 min 29,05 sek.

Fyri fyrstu ferð var Hvirlan umboða hjá vaksnu kvinnunum, og so ikki við minni enn tveimum kvinnum. Fyrst í eldin var Louisa Svabo, ið royndi seg við 4 kg tungu kúluni. Hon er nýliga byrja at venja, men megnaði hóast hetta at koma heilt út á 6,21 m, ið er bólkamet. Hin var forkvinnan Rigmor Napoleonsdóttir Arge, sum er mest kend fyri at renna teir allar longstu teinarnar. Hesaferð royndi hon seg tó á 3000 m teininum, ið er longsti teinur, sum vanliga verður runnin innandura. Tíðanverri endaði tað við at hon var einsamøll kvinna og rann hon tí saman við monnunum. Her hevði hon ein harðan dyst við tveir mans, har hon vann á øðrum og tapti á hinum. 12 min 8,97 sek var flotta tíðin hjá Rigmor.

Dreingir 18-19 og menn kappast vanliga saman á Stórmót. Eitt undantak er tó kúlustoyt. Hetta kemst at at menn og dreingir 18-19 nýta ikki somu kúlu. Tí kappaðust Hans Hjørleivur Magnussen, Hallur Simonsen, Teitur Arge Seloy og Steinolvur Geyti við 6 kg kúluni. Hallur tók bólkametið hjá D18 við einum stoyti uppá 10,41 m, meðan Steinolvur tók bólkametið hjá D19 við einum stoyti uppá 10,13 m. Teitur bøtti um sítt persónliga met við góðum metri til 7,67 m. Hans Hjørleivur royndi seg á fyrsta sinnið við 6 kg kúluni, og fekk hann hana út á 9,04 m. Til sammetingar kann sigast at hann á Stórmót fyri einum ári síðan stoytti 5 kg kúluna út á 8,56 m.

Fyrsta greinin hjá monnunum, har Hvirlan var umboða, var á 200 m teininum. Rúni Jacobsen, ið kom eitt sindur skeivur út krøppu svingunum, rann teinin uppá 24,28 sek, ið er bólkamet. Tummas Napoleon Arge bøtti um sítt met, so tað nú er 24,69 sek. Birgir Hansen bøtti eisini um sítt persónliga met við at renna teinin uppá 24,89 sek. Fjóra Hvirlan, Sofus Andreassen, tryggja sær eins og hinir trýggir eitt persónligt met. Metið hjá Sofus er 25,51 sek. Kúlustoyt var næst á skránni hjá monnunum. Her royndu Helgi Geyti og Kristian Martin Garðalíð seg. Kristian Martin, ið eisini kappast við ÍSB er skaddur í knænum. Hann kundi tí ikki nýta renningarlop, og stoytti tí standandi. Hann vísti tó at hann er væl fyri, tí hann kom heilt út á 8,99 m, ið hann einans einaferð hevur gjørt betur áður, og tá var tað við renningarlopi.

60 m kappingin var líka hvirlu-reyð sum 200 m, tí har luttóku aftur fýra hvirlur. Her var ein stak spennandi dystur millum Birgir, ið fekk betra startin, og Rúna. Teir vóru í iva hvør var fremri og tað endaði við at báðir fingu somu tíð (7,62 sek). Sostatt eiga teir báðir bólkametið. tummas Napoleon kom beint í hølunum á teimum við tíðini 7,65 sek, meðan Sofus rann teir 60 m uppá 8,17 sek. Síðsta greinin hjá monnunum var longdarlop. Her stóðu Trygvi Laksáfoss og Birgir Hansen klárir. Trygvi hevur ein skaða í øðrum knæðnum, og tók tað tí róligt í kappingini. Lopini vóru tekniskt stak góð. Longdinar øktust so við og við, men tá man ikki satsar koma tær heilt stóru longdirnar ikki. Trygvi endaði á 5,32 m, ið er bólkamet.  Birgir leyp í síni fyrstu longdarlop kapping. Eftir byrjunartrupulleikar, so megnaði hann at koma útum 5 m við sínum síðsta lopið, ið bleiv mált til 5,01 m.

Tað endaði við 41 persónligum metum í 50 startum. Harumframt komu 10 bólkamet og eitt føroyskt met. Eisini komu tvey A-krøv og eitt B-krav til høldar. Samanumtikið ein góður dagur. Hildi verður áfram sunnudagin.

fleiri myndir eru í myndasavinum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *