28 Hvirlur til Íslands

Innandura venjing við fullari ferð
Allar Hvirlur eru komnar til Íslands í øllum góðum.

28 Hvirlur til Íslands

Fríggjamorgunin 27. januar ferð eitt hvirlu-ferðalið uppá heili 28 fólk til Íslands í samband við kappingina Stórmót ÍR í Reykjavík. Hetta er størsta innandura kapping í Íslandi, og har plaga bestu íslendingar í ymsu aldursbólkunum at luttaka. Hvirlan er hesaferð umboða í øllum greinum, undantikið í stangarlopi, sum ein tíanverri ikki kann venja í Føroyum. Íðkarnir eru, sum vanligt hjá Hvirluni, ungir. Tann elsti er føddur í 1990 og tann yngsti í 2001.

Høvðus endamálið við túrinum er upplivilsi og royndir at kappast í altjóða umhvørvið. Harumframt er hetta liður í royndunum at knýta tættari bond til íðkarar og feløg uttanlanda. Stórmót er tó ein kapping, og tað er lítil ivi um, at ferðalagið kemur heim við nøkrum føroyskum metum, umframt bólka- og persónligum metum.

Eins og undanfarnu árini búgva Hvirlurnar í felagshúsinum hjá íslendska vinarfelagnum ÍR, ið eisini skipar fyri kappingini. Vantandi verður eisini skipa fyri onkrum felags-tiltaki saman við íðkarum úr ÍR.

Skráðin fyri túrin er:

  • fríggjadag: ferðing til ísland og venjing í Laugardalshøllini har kappingin verður
  • leygardag: kapping 9.00-17:30 og so avslapping/hugni
  • sunnudag: kapping 10.00-16:30 og so útferð
  • mánadag: heimferð

Kappingarskráin hjá Hvirluni, út frá fyribils skránni fyri kappingina, sæst her. Onkrar kappingar liggja tætt, so kann verða at givið verður avboð har um ongin broyting er í endaligu skránni.

Ætlanin er at dagføra heimasíðuna eftir hvønn kappingardag. Harumframt verður onkur dagføring gjørd leypandi á hvirlubólkinum á facebook.

1 Comment

  1. Hallur says:

    Hetta er eitt frálíkt tiltak. Og ein kapping har øll fara at fáa nógv burturúr. Gledi meg at frætta um úrslit tykkara.

    Fari at ynskja tykkum eina góda ferd og góda eydnu!

    Hallur Holm

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *