Fimm heiðursmerkir og tvey føroysk met á Østerbro Stadion

Hvirlur í kapping um danska meistaraheitið fyri ung
29.08.2014
Aðalfundur 14. septembur
31.08.2014

Fimm heiðursmerkir og tvey føroysk met á Østerbro Stadion

Heili fimm heiðursmerkir hanga um hálsin á fimm ymiskum íðkarunum hjá Hvirluni nú fyrri dagurin av DMU er av. Hvirla var umboðað av átta íðkarum. Í dysti um donsk meistaraheitir, er tó ikki møguligt at kappast í hvirlubúna, og tí kappaðust sjey í litunum hjá Aarhus 1900, meðan tann áttandi var í litunum hjá KIF.

Fyrstur í eldin vóru spjótkastarnir í bólkunum D18-19 og D20-22. Í yngra bólkinum, sum er sterkasti bólkur í landinum, við 4 av 7 teimum bestu í landinum. Ein av hesum er Hanus, sum undan kappingini var styrkismettur sum nummar trý, lítlan metur frá øðrum plássi og næstan sjey metrar aftanfyri nummar eitt. Hanus byrjaði róðliga við einum kasti uppá 54,93 m. Hetta rakk til eitt annaðpláss. Í øðrum umfarið setti hann so ferð á, og sum altíð var avleveringin rein. Kasti bleiv mált til 59.19 m, og harvið legði Hanus seg á fyrsta pláss. Stórfavoritturin svarði tó aftur í triðja umfarið við einum kasti beint omanfyri 60 m. Hanus royndi síðan, men hann kom ikki nærri. Tó stak flott at enda á tryggum øðrum plássi, minni enn ein metur frá gullinum í so sterkum feltið. Eftir kappingina segði danskur landsliðsvenjari at Hanus hevði reinastu avlevering, og at har var nógv eftir at heinta hjá Hanusi.

20140806-9132

Helgi Geyti og Tróndur Arge dystaðust í bólkimum 20-22 ár. Her útviklaði tað seg til ein drápiligan dyst teirra millum um silvurheiðursmerkini. Helgi legði seg á odda i hesum dystinum í fyrsta umfarið við einum kasti uppá 44,66 m. Hann økti í øðrum. Í triðja kom Tróndur upp á 44,44 m, men teir síðstu 25 cm fann hann ikki. So Helgi fór heim við silvurmerkinum, meðan Tróndur tók broncuna.

20140806-9207

So vóru tað Edna Maria Debes og Marita Káradóttir Petersen, sum skuldu royna seg í trýstøkk. Her byrjaði Edna Maria við at leypa 9,33 m, meðan Marita leyp væl, men tíðanveri var yvirtrakk. Í øðrum umfarið var tað Edna Maria sum gjørdi yvirtrakk, meðan Marita við einum lopið uppá 9,54 legði seg á triðja pláss. Edna Maria svaraði aftur í triðja umarið við at leypa 9,67 m, sum er føroyskt met. Haravið tók hon eisini triðjapláss. Marita royndi at svar aftur, men aftur var yvirtrakk. Tað tyktist sum fyrsta lopið nervaði hana, tí hon kom ikki heilt inn í kappingina aftur fyrr enn í sætta umfarið, men í meðan hevði Edna Maria bøtt um føroyska meti tvær ferðir afturaft. Fyrst til 9,75 m og so til 9,88 m, og hevði harvið tryggja sær annað pláss í kappingini. Í síðsta umfarið kom Marita betur í lopið, men hóast tað var longri enn gamla føroyska metið so var hon 15 cm ov stutt til ta koma upp á triðja pláss.

20140806-9309

Trygvi Z. Laksáfoss fór síðan at royna seg í trýstøkk. Trygvi er fluttur til Keypmannahavnar í lestrarørindum, og tí hevði hann royndan venjara hjá KIF á síðulinjuni. Fyrstu tvey lopini miseydnaðust, men hann helt fokus og í triðja kom hann út á 12,32 m. Fjóra var 2 cm longri, men so var krútið í beinunum uppi, og endaði Trygvi við at droppa síðsta lopið fyri at fokusera uppá longdarlop í morgin.

20140806-9423

Tá Trygvi var liðugur við trýstøkk byrjaði Tórur sama stað. Tórur hevur lítlan skaða í høgra fóti, og valdi hann tí at byrja við vinstra fyri at minimera belastningin í høgra. Hetta broytir rútmuna nakað og í fyrsta lopið miseydnaðist atrenningin heilt, men lopið sat væl, og kom Tórur heilt út á 12,32 m. Næsta lopið var yvirtrakk, meðan hann í triðja, fjóra og fimta hevði lop har hann ikki heilt fekk aðru fasu at rigga. Tað er har hann plagar at lækka á høgra, men nú skuldi lækka á vinstra. Í síðsta satsaði hann tó og kom út á 12,48 m, ið er 1 cm longri enn bólkametið, sum er stak flott tá hugsa verður um umstøðurnar, men hesaferð rakk tað tó “bert” til fjóra pláss.

20140806-9448

Hallur Simonsen royndi seg við 6 kg tungu kúluni. Hann heur stríðst við tað tekniska í seinastuni, og um tað tekniska ikki riggar, so nyttar ikki at fysikkurin er bøttur munandi. Hesaferð var aftur so at teknikkurin sveik. Hallur kom tó út á 12,06 m, sum er longd, ið tað bara er hann sum kemur út á í Føroyum. Tað rakk til eitt sættapláss.

20140806-9654

Síðst eldin var Marita. Hon var styrkismett nummar fimm, góðar fýra metrar frá broncuni. Tað sást tó at Marita ikki legði nógv í hesa styrkismeting, tí longu í fyrsta kasti legði hon seg annaðpláss í nógva regninum. Hon bøtti eitt vet í triðja, men kom tó ikki longur út. Ein fór tó framvið, so hon nú lá á triðja plássi áðren fari var undir seinnu helvt at kappingini. Hon kempaði væl, men undan síðsta umfarið var ongin broyting. Tá vísti Marita tó hvussu tað skal gerast, tí hon bøtti um bólkametið við næstan 1½ m til 36,79 m og legði seg á eitt trygt annaðpláss, og harvið silvurmerkið. Viðmerkjast kann at Marita var tann einasta í top-5, sum er í yngra árganginum í bólkinum.

20140806-9571

Annan dagin skulu Trygvi, Tórur og Marita leypa longdarlop og Marita og Hallur skulu kasta diskus.

Fleiri myndir eru í myndasavinum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *