Góð úrslit í góðveðrinum

Opin kapping á Tórsbreyt leygardagin
09.03.2010
So nærkast Virkisleikir!
14.03.2010

Góð úrslit í góðveðrinum

Tað bleiv til trý bólkamet, trý felagsmet og 17 persónlig met tá Hvirlan skipaði fyri kapping á Tórsbreyt í góðveðrinum leygardagin 13. mars.

Fyrsta kapping var spjótkast, og har vóru sjey luttakarar við. Hóast Helgi ikki náddi 40 m strikuna sum ætla, so var ringt at verða ónøgdur tí enn einaferð bleiv tað ein betran av bólkametinum, og nú eru bara 6 cm eftir til 40 m strikuna. Steinolvur og Tróndur eru fluttir upp í bólkin D16-17 og tí kappast teir nú við 700 g spjótinum. Steinolvur kastaði spjóti nærum tvær metrar longur enn hann kastaði 600 g spjótið í fjør, meðan Tróndur kastaði tað uml 1 m styttri enn hann kastaði 600 g spjótið í fjør. Hanus bøtti um sítt personliga met við uml. ½ m, meðan Hallur bøtti sítt við meir enn 5 m.

Úrslitini í spjótkast vóru:

Bólkur   Reiðskapur   Íðkari   árg.   Úrslit  
Kvinnur   600 g   Meifríð Hansen   ’78   24,22 m   
Menn   800 g   Rógvi Højgaard    ’83   56,75 m    Felagsmet 
D16-17   700 g   Helgi Geyti   ’93   39,94 m   Bólkamet/personligt met 
  –   Steinolvur Geyti   ’94   31,46 m   Persónligt met
  –   Tróndur Arge   ’94   30,01 m   Persónligt met
D14-15   600 g   Hanus Bergsson   ’95   31,73 m   Persónligt met
  –   Hallur Simonsen   ’95   25,52 m   Persónligt met

Tað hevur verði torført at vant diskoskast vegna kava í seinastuni, og tí vóru forvantningarnir til met ikki so stórir. Tó vóru tað nakrir, sum fluttu bólk og tí vildu seta persónligt met undir øllum umstøðum. Tó gjørdu serliga Helgi og Hallur ein ordans vørr. Helgi við enn einaferð at betra um bólkametið. Hesaferð betraði hann tað við meir enn 2 metrum, so tað nú einans mangla 23 cm í at náða 30 m strikuna. Hallur betraði um sítt persónliga met við meir enn 6½ m, og vóru øll hansara køst væl longri enn hansara gamla met. Hanus betraði eisini um sítt gamla met, meðan Tróndur, Steinolvur og Trygvi settu nýtt met við 1½ Kg diskinum sum teir royndu at kasta við á fyrsta sinni.

Úrslitini í diskuskast vóru:

Bólkur   Reiðskapur   Íðkari   árg.   Úrslit  
Kvinnur   1,00 Kg   Meifríð Hansen   ’78   24,82 m  
Menn   2,00 Kg   Rógvi Højgaard   ’83   27,25 m  
D16-17   1,50 Kg   Helgi Geyti   ’93   29,77 m   Bólkamet / Persónligt met
  –   Tróndur Arge   ’94   20,40 m   Persónligt met
  –   Trygvi Laksáfoss   ’94   17,78 m   Persónligt met
  –   Steinolvur Geyti   ’94   15,13 m   Persónligt met
D14-15   1,00 Kg   Hallur Simonsen   ’95   27,67 m   Persónligt met
  –   Hanus Bergsson   ’95   22,25 m   Persónligt met

Seinasta greinin var trýstøkk. Her betraði Trygvi um sítt met við meira enn einum metri og nærkast hann nú í stórum 11 m strikuni. Hallur kom útum 9 m strikuna á fyrsta sinnið, meðan Tróndur einans manglaði 6 cm í at náða 9 m. Hanus leyp trýstøkk á fyrsta sinnið og leyp heilar 8, 75 m. Meifríð, sum er mest von við diskuskast, royndi seg eisini og náddi hon út á 7,69 m, og er tað fyrsta úrslit í trýstøkk hjá kvinnum í Hvirluni. Tað er tí felagsmet.

Úrslitini í trýstøkk vóru:

Bólkur   Íðkari   árg.   Íðkari  
Kvinnur   Meifríð Hansen   ’78   7,65 m (-3,4 m/s)   Felagsmet / persónligt met
Menn   Rógvi Højgaard   ’83   11,20 m (-2,1 m/s)   Felagsmet / persónligt met
D16-17   Trygvi Laksáfoss   ’94   10,73 m (-2,5 m/s)   Persónligt met
  Helgi Geyti   ’93   9,83 m (-3,0 m/s)  
  Tróndur Arge   ’94   8,94 m (-2,4 m/s)   Persónligt met
D14-15   Hallur Simonsen   ’95   9,09 m (-1,8 m/s)   Persónligt met
  Hanus Bergsson   ’95   8,75 m (-2,0 m/s)   Persónligt met

Samanumtikið var kappingin sera væl eydna, og vóru tað serliga tey ungu, sum vístu at væl er vant í vetur. Tað verður tí stuttligt at fylgja hesi framgongd gjøgnum summarið, tí har er ongin ivi um at har er meir at koma eftir. Tað var eisini hugaligt at síggja at Rógvi er sloppin heilt av við skaðan, sum hevur darva hann seinastu tvey árini, og hann kastaði eisini sítt longsta kast í spjót síðan finaluna á oyggjaleikunum á Rhodos 2007.

Øll úrslitini liggja her. Fleiri myndir eru í myndasavninum. Eitt video-brot av einum av kastunum (52,29 m) hjá Rógva sæst her.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *