22 heiðursmerkir fyrra dagin av FM

16 ára gamli Tórur á danska U20 landsliðið
27.08.2015
Aðalfundur 14. septembur
29.08.2015

22 heiðursmerkir fyrra dagin av FM

Fyrri dagurin á stóra FM (FM á breyt fyri vaksin) gav ikki minni enn 5 gull 9 silvur og 8 broncu til Hvirluna, ella tilsamans 22 av 40 sum vóru handaðar á degnum. Hetta er rættuliga óvanta, tí skjótastu menn og skjótasta kvinnu í Føroyum í ár, sum øll eru hvirlur, noyddust øll at melda forfall av ymiskum orsøkum.

IMG_8636

Fyrsta greinin var diskuskast, har menn og kvinnur kappaðust samstundis. Sum so ofta í teknisku greinunum, so var einans umboðan frá Hvirluni. Tá hugsa verður um at allir teir bestu kastarnir í landinum eru í Hvirluni, er tað kanska ikki óvanta. Hjá kvinnunum vann Marita K. Petersen ein tryggan sigur við einum kasti uppá 25,27 m, sum er longri enn verðandi bólkamet, frammanfyri Ednu Mariu Debes, sum á øðrum plássi við 23,05 m, eisini ognaði sær bólkamet. Broncuna ognaði Bjørk R. Svabo sær, sum við 20,24 m eisini bøtti um bólkametið í sínum bólki.

IMG_7692

Hjá monnunum vann Hallur Simonsen, sum fyrr í ár ognaði sær silvur á oyggaleikunum í hesi grein, ein tryggan sigur frammafyri Hera Ziska. Hallur kastaði 37,47 m, meðan Heri kastaði 35,46 m. Hallur Mortensen royndi seg í síni fyrstu kapping, og har debuteraði hann við heili 29,88 m.

IMG_7788

Meðan diskuskast fór fram, var skotið fyri 800 m rennarunum. Her var Dánjal Dahl Ljósheim við. Hann rann sítt egna tempo, og hóast hann nýliga bøtti munandi um sítt persónliga met, so megnaði hann aftur at skera av metinum. Tíðin hjá honum gjørdist 2 min 26,40 sek.

IMG_7948

Eftir diskuskast var tað longdarlop, sum var á skrá. Her var aftur bara hvirlu umboðan hjá monnunum, men heldigvís var tað ikki so hjá kvinnnunum. Hjá kvinnunum sást at Edna Maria er við at stabilisera seg eftir at arbeitt hevur verið við tí tekniska. Hon byrjaði varðliga, men so við og við fekk hon tempo at sita, og økti hon tí í fýra teimum síðstu lopunum. Hennara longsta gjørdist 4,77 m, sum er 3 centimetrar frá hennara persónliga metið, og ein sentimetur ov stutt til at ogna sær gullið. Nummar trý gjørdist Marita við einum lopið uppá 4,30 m.

IMG_8216

Hjá monnunum var Tórur Mortensen ikki við, og tí var tað rættuliga opið um hvør fór við gullinum. Magnus Dal-Christiansen vildi tað tó øðrvísi, tí longu í fyrsta lopið leyp hann 5,41 m, og tryggjaði sær gullið. Í øðrum leyp hann 8 cm longri, men valdi so at steðga tí hann fekk ein frostrekning í læri. Hallur, sum kom beint frá diskus, bøtti um sítt persónliga met til 5,11 m á øðrum plássi, meðan Dánjal Dahl Ljósheim leyp 4,37 m á triðja plássi.

IMG_8113

Áðrenn longdarlop var liðugt skuldi hamarkast byrja. Her var tó valt at bíða, tí fleiri av luttakarunum í longdarlop skuldu luttaka í hamarkasti. Hjá kvinnunum vann Marita frammanfyri Bjørk, við Ednu Mariu á triðja plássi.

IMG_8659

 Hjá monnunum vann Heri gull frammanfyri Hallur Simonsen, við Hanus Bergsson á triðja plássi. Longdirnar eru ikki tøkar í løtuni.

IMG_8702

Meðan kastararnir royndu seg við tungu hamrunum, var 100 m á skránni. Her var Hvirlan rættuliga skerd, tí í fyrru finaluni manglaði Alda, sum er skjótasta kvinna í Føroyum í ár. Hjá Hvirluni var Tinna B. Jørgensen til dystin fús. Tinna hevur arbeitt nógv við teknisku elementunum av sprint, og ávirkar tað ferðina. Hon kom á mál við tíðini 14,59 sek, sum rakk til broncumerkið.

IMG_8868

Hjá monnunum manglaðu tríggir teir skjótastu mennirnir í Føroyum í ár og tí var dysturin í verðuleikanum mest ein kapping um hvør er fjór-skjótasti maður í Føroyum. Her endaði Sofus Andreassen á øðrum plássi við tíðini 12,70 sek, meðan Dánjal Dal Ljósheim rann 14,27 sek á triðja plássi.

IMG_8924

Síðsta kappingin var 4×100 m. Hjá kvinnunum manglaði aftur tann skjótasta í ár, men tað var vón um at ogna sær gullið, tí góður avloysari var funnin, men tíðanverri miseydnaðist fyrsta skift heilt. Kvinnurnar gjøgnumførdu tó og ognaðu sær harvið silvurmerkið. Tær, sum runnu, vóru Marita, Tinna, Bjørk S. Lamhauge og Edna Maria.

IMG_8951

Hjá monnunum var fari heilt út til áskoðarnar at leita eftir síðsta manni. Her lógu teir nakað eftir við fyrsta skift, men runnu seg fram á fyrsta pláss áðrenn annað skift og øktu ti triðja. Tíðanverri helt tað ikki og endaði liðið á øðrum plássi. Á liðnum vóru Sofus, Hanus, Hallur og Pætur Jakobsen. Ljósheim brøðurnir vóru headhuntaðir til eitt blanda lið, har ein úr Roysnið og ein úr Treystið vóru við. Teir ognaðu sær eitt broncumerkið.

IMG_9008

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *