2010 endar væl

Styrkivenjing
26.12.2010
Hvirluvindarnir tørna til aftur í morgin :-)
04.01.2011

2010 endar væl

Heilir tíggju kastarar, allir úr Hvirluni, valdu at leggja leiðina framvið Tórsbreyt millum jólana fyri at royna seg í ávikavist spjótkasti og kúlustoyti. Veðrið var av tí allar besta, so har var bara at vísa hvør venjingarstøðan er í løtuni, og har komu fleiri góð úrslit, serliga tá hugsa verður um hvussu nógv venjingin í seinastuni hevur verði ávirka av kavanum.

Fyrsta greinin var spjótkast. Har vóru tað níggju sum royndu seg, og fimm av teimum betraðu um síni persónligu met. Tað kanska mest merkisverda var, at Rúni betraði um sítt met við góðum 12 metrum. Annars betraði Bjarni um sítt met við góðum fimm metrum. Hini sum betraðu síni met vóru Hanus, Hallur og Bjørk. Hanus, sum longu var í talentbólkinum við gamla metinum hjá sær, økti við uml. ½ m. Stabiliteturin í hansara kastum vísur, at teknikkurin er við at festa seg.

Úrslitini í spjótkasti vóru:

  • Menn / 800 g: Rógvi Højgaard, ’83, Hvirlan: 52,41 m
  • D16-17 / 700 g: Helgi Geyti, ’93, Hvirlan: 42,20 m
  • D16-17 / 700 g: Rúni Jakobsen, ’94, Hvirlan: 31,26 m (persónligt met)
  • D16-17 / 700 g: Steinolvur Geyti, ’94, Hvirlan: 30,09 m
  • D16-17 / 700 g: Bjarni Kárason Petersen, ’94: 25,13 m (persónligt met)
  • D14-15 / 600 g: Hanus Bergsson, ’95: 43,53 m (persónligt met)
  • D14-15 / 600 g: Hallur Simonsen, ’95: 33,18 m (persónligt met)
  • G14-15 / 600 g: Bjørk Reynagarð Svabo, ’96: 18,03 m (persónligt met)
  • G12-13 / 400 g: Marita Káradóttir Petersen, ’98: 22,32 m 

 

So var kúlustoyt á skránni, og aftur vóru tað níggju sum royndu seg, og her var úrslitið so fýra persónlig met. Hanus betraði um sítt met við næstan einum metri, meðan Hallur og Guðrið betraðu um síni met við uml. ½ m. Fjórða persónliga meti átti Rúni.

Úrslitini í kúlustoyti vóru:

  • D16-17 / 5 Kg: Helgi Geyti, ’93, Hvirlan: 10,99 m
  • D16-17 / 5 Kg: Bjarni Kárason Petersen, ’94, Hvirlan: 8,11 m
  • D16-17 / 5 Kg: Steinolvur Geyti, ’94, Hvirlan: 7,83 m
  • D16-17 / 5 Kg: Rúni Jakobsen, ’94, Hvirlan: 7,57 m (persónligt met)
  • D14-15 / 4 Kg: Hanus Bergsson, ’95, Hvirlan: 10,39 m (persónligt met)
  • D14-15 / 4 Kg: Hallur Simonsen, ’95, Hvirlan: 9,02 m (persónligt met)
  • G14-15 / 3 Kg: Bjørk Reynagarð Svabo, ’96, Hvirlan: 6,81 m
  • G12-13 / 2 Kg: Marita Káradóttir Petersen, ’98, Hvirlan: 7,13 m
  • G10-11 / 2 Kg: Guðrið Káradóttir Petersen, ’00, Hvirlan: 4,89 m (persónligt met)

Fyri Helga, Hanus og Hall var hetta ein serlig kapping tí at teir flyta bólk 1. januar. Hetta var tí síðstu møguleiki at royna seg við teirra núverðandi reiðskapið. Hanus og Hallur tóku eisini av møguleikanum og betraðu um síni met í báðum greinum. Hjá Helga gekk ikki hesaferð, men hann hevur betra um síni met í nærum øllum kappingum í 2010, so fyrr ella seinni mátti stíður koma í. Hann venur tó væl, og kemur uttan iva at takað tráðin við metum upp aftur í 2011, tá verður tað tó við 800 g spjótinum og 6 Kg kúluni.

Samanumtikið bleiv tað til persónligt met í helvtina av startunum. Ikki so galið, men tað er onki at ivast í at øll metini fara at falla í 2011.

Øll úrslitini síggjast her, og fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *