Nógv børn vandu á Tórsbreyt

Vetrarfrælsar og endurtilmelding nærkast
01.09.2009
Hvirlan, fólkaheilsurenning og langteinar
04.09.2009

Nógv børn vandu á Tórsbreyt

Dagsins venjing fór fram í allar besta veðrið, og tað vóru eisini sum vant nógv børn og ung, sum komu á Tórsbreyt at venja frælsar.

99

Bæði hvirluvindaliðini byrjaðu við “Familjan fór at ferðast”, áðrenn deilt varð í tveir bólkar. Annar bólkurin kastaði við vektarbóltum, meðan hin leyp bæði á grasinum og í sandgryvjuna. At enda var ein breyt, har reaktión, spurtur, mjadnamobilitetur, frekvensur og kropsstabilitetur varð vandur. Børnini vóru sum ikki eina ferð bæði blíð og hugagóð. Áðrenn tey fóru heim, fingu tey bræv, har kunnað var um endurtilmelding til vetrarfrælsar. Komandi mikudag er seinastu ferð, hvirluvindarnir venja summarfrælsar. Nýtt skeið verður í oktobur, tá vit vera inni.

ung

Tey ungu eru liðug við síðstu kapping á árinum, og tí verður venjingin meira grundleggjandi, enn hon hevur verið seinastu tríggjar til fýra vikurnar. Dagurin byrjaði sum vant við upphiting, áðrenn farið var í tveir bólkar. Annar bólkurin rann nakrar spurtir, meðan hin vandi lop. So var ein test, sum flestu av teimum ungu hava roynt áður, og øll forbetraðu seg, onkur rættuliga munandi. Venjingin endaði við cirkulvenjing og strekk.

98

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *