2 hvirlur afturat í talentbólkin

Hvirlur brillieraðu í fyrsta umfarið av Grand Prix
19.05.2012
Opin kapping mánadagin 28. mai
26.05.2012

2 hvirlur afturat í talentbólkin

Í nógvum hita og sólskyni royndu Kristian Martin Garðalíð, Hanus Bergsson og Hallur Simonsen seg í kappingini Herning Games. Kappingin fór fram í Herning í Danmark og var Kristina Martin farin tað longu leið at kappast, meðan leiðin hjá Hallur og Hanus, ið ganga á ítróttarskúla í Vejle, var heldur styttri. Fyrstur í eldin var Hallur í hamarkasti. Hetta er ikki grein hann venur, men hann megnaðí tó, eftir eina ósikra byrjan uppá kappingina, at taka bólkametið við einum kasti uppá 29,67 m. Hetta rakk til eitt broncumerki.

So var tað longdarlop hjá Kristian Martin. Hasara fyrsta lop var eitt sikkurt lop fyri at koma í gongd, men tað bleiv mált til 4,62 m, sum vísti at hann var væl fyri. Har vóru tó trupulleikar við renningarlopinum, men í síðsta lopi leyp Kristian Martin 5,05 m, og kom sostatt fyri fyrstu ferð útum 5 m strikuna. Hetta var longsta lop hjá monnunum í hesi kapping.

Í kúlustoyt kappaðust Kristian Martin, Hanus og Hallur samstundis. Kristian Martin byrjaði við tveimum royndum undir 9 m strikuna, men í triðja umfarið fór kúlan á fyrsta sinnið útum 9 m strikuna. Stoyti var mált til 9,09 m. Hann steðgaði tó ikki har, tí í 4 umfarið stoytti hann kúluna heilt út á 9,56 m, og aftur í síðsta umfarið økti hann, so hansara úrslit endaði við at verða 9,63 m. Tað er 68 cm longur enn hann hevur stoytt 7,26 kg tungu kúluna áður. Hóast stóru framgongdina so var hann 10 cm frá at ogna sær broncumerkið.

Hallur og Hanus høvdu eina góða kapping. Hallur kom út á 12,12 m í fyrsta umfarið, ið er 12 cm omanfyri A-kravið til talentbólkin. Tað er eisini næstan 1 m longur enn Hallur fyrr hevur stoytt 5 kg tungu kúluna. Eisini er tað góðan metur longur enn gamla bólkametið. Úrslitið rakk til eitt broncumerkið. Hanus, ið hevur koncentrera seg um spjót-teknik í vetur, royndi seg eisini. Hann kom út á 11,79 m, ið er góðan metur longur enn hansara gamla persónliga met.

 

So var tað tíð hjá Kristian Martin at royna seg á 100 m. Tað var tó tíðuligt at hitin og báðar teknisku kappingarnar høvdu drena. Tó megnaði Kristian Martin at renna teinin uppá 13,18 sek, ið gav eitt silvurmerkið.

Spjót var næstsíðsta kapping við Hvirlu-luttøku. Áðren hendan byrjaði hevði unga Karin Holm Simonsen (Bragdið) flott runnið seg í talentbólkin við einari sera vældisponeraðari kapping á 800 m teininum. Hanus hevur í vetur stríðst við ein skaða í alboganum, og var hesin blivin verri aftur fyrr í vikuni. Hanus valdi tó at royna seg, og í fyrsta umfarið tók hann eitt tekniskt kontrollera kast. Hetta bleiv mált til góðar 47 m, ið er 3 m longur enn gamla bólkametið og 5 m longur enn A-kravið til talentbólkin.Hanus royndi tvey kast afturat, men skaðin darvaði so mikið at hann ikki fekk kasta rætt og tí valdi hann at gevast.

Síðsta kappingin var diskuskast, har Hallur skuldi royna seg. Her valdi Heri Ziska eisini at verða við. Hallur hevði, eins óg í hamarkast eina ósikra byrjan, men so við og við fekk hann teknikkin at sita, og økti hann tí gjøgnum alla kappingina. Í síðsta umfarið kastaði hann 1,5 kg tunga diskin út á 39,90 m. Tað er 8½ m longur enn gamla bólkametið og 6 m longur enn A-kravið tl talentbólkin. Úrslitið hjá Hallur gav eitt trygt gullmerkið. Heri hevði eina kapping har teknikkurin riggaði, men orkan var ikki til staðar eftir hann hevði gingið frá grein til grein og staðið í hitanum og instruera íðkarnar. Longsta kast bleiv 39,75 m, ið gav eitt silvuermerkið.

Samanlagt bleiv tað í 9 startum til 7 persónlig, 4 bólkamet, 3 A-krøv til talentbólkin, 2 gull, 2 silvur og 2 broncumerkið. Kristian Martin og Heri koma heim sunnudagin, meðan Hanus og Hallur hava ein mána eftir á skúlanum í Vejle. Tað var stuttligt at heilsa uppá gamlar kenningar í Danmark, ikki minst Tom O. Jensen, ið hevur lagt lag á viðvíkjandi tí kast-tekniska hjá Hanus og Hallur í Vejle.

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

1 Comment

  1. Annfinn Simonsen says:

    Flott avrik dreingir og menn

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *