Randi setti enn eitt føroyskt met á Tórsbreyt

Nógv góð úrslit í GP børn og ung 2009
28.08.2009
Vetrarfrælsar og endurtilmelding nærkast
01.09.2009

Randi setti enn eitt føroyskt met á Tórsbreyt

Í seinastu kapping hetta kappingarárið gjørdu limirnir í hvirluni ein ordans vørr og settu sera nógv persónlig met og harafturat bleiv tað til eitt føroyskt met.

20090829-fm-0037

 

Fyrst stóð føroyameistaraheitið fyri ung í diskuskast á skránni. Har gjørdu tey ungu í Hvirluni ikki mætari enn at nærum øll settu persónlig met. Harafturat blivu tað til nógv heiðursmerkir.

20090829-fm-0029

Hjá teimum vaksnu blivu tað eisini til nógv persónlig met, og Meifríð er nú einans 28 cm frá føroyska metinum í diskuskast sum Ingibjørg Poulsen setti fyri sjey árum síðani. Helgi Geyti gjørdi heldur ikki mætari enn at hann kastaði 2 kg diskin longur enn 1,5 kg diskin. Dagsins úrslit stóð Randi Kúrberg tó fyri, tí at hon megnaði at betra um tað føroyska metið í kasti 5-kampi soleiðis at tað nú er 2702 stig. Øll úrslitini síggjast her.

20090829-fm-0002

Eins og til so nógvar aðrar kappingar sum Hvirlan skipar fyri hevði Randi bakað ein kaku sum hjálparar og íðkarar kundu sita og njóta eftir kappingina.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *