18 persónlig met í 24 startum

Hvirlan góða byrjan uppá GPU 2011
23.05.2011
Tvær Hvirlur afturat klára A-kravið til talentbólkin
28.05.2011

18 persónlig met í 24 startum

Hvirlan skipaði fyri opnari kapping á Tórsbreyt hóskvøldið. Hesaferð vóru greinarnar kúlustoyt og diskuskast.

Fyrsta grein var kúlustoyt, og har vóru heili 14 luttakarar. 13 úr Hvirluni og ein úr Bragdinum. 10 fóru heim við einum betri persónligum metið enn tey komu við.

Hjá gentum 10-11 betraði Guðrið um sítt met við heili 70 cm, so tað nú er 5,59 m, meðan Helena S. Ziska betraði um sítt við knappum hálvum metri. Birna D. Magnusdóttir luttók í síni fyrstu kapping og fekk eina flotta byrjan við 3,54 m.

Hjá gentum 12-13 sóðu vit, hóast einans tveir luttakarar, eina tað bestu kappingina, sum nakrantíð hevur verði her heima í hesum bólkinum. Marita K. Petersen stoytti 2 kg kúluna út á 8,57 m, ið er ein betran av hennara egna bólkametið við 68 cm, meðan Emilia betraði um sítt met við meir enn hálvum metri, so tað nú er 7,52 m.

Hjá gentum 14-15 vóru eisini tveir luttakarar. Bjørk R. Svabo stoytti 3 kg kúluna út á 7,48 m, ið er 1 cm frá hennara persónliga meti. Edna Maria Debes stoytti kúluna í síni fyrstu kapping út á 6,80 m, ið er stak flott byrjan.

í bólkinum dreingir 14-15 var einans ein luttakari. Tað var Steingrímur Hallsson úr Bragdinum. Hetta var hansara fyrsta kapping við 4 kg kúluni, men hann megnaði tó at fáa hana út á 8,16 m.

d16-17 var sum vant størsti bólkurin. Hesaferð við fýra luttakarum, og her sóðu vit eisini á fyrsta sinni rotatións-teknikkin royndan á Tórsbreyt. Tað voru Hallur og Steinolvur sum royndu seg við hesum teknikkinum. Hjá báðum royndist væl, tí her gjørdi Hallur Simonsen verðuliga bart, tá hann fyri fyrstu ferð kom útum 9 m strikuna við kúluni. Hann steðgaði tó ikki har tí hann fór eisini útum 10 m strikuna, og endaði á 10,09 m, ið er met við meir enn einum metri. Steinolvur Geyti betraði eisini um sítt met við meir enn einum hálvum meti so tað nú er 8,62 m. Hinir sum vóru við vóru Hanus Bergsson (9,95 m) og Rúni Jacobsen (7,79 m)

Helgi Geyti var einsamallur í bólkinum 18-19 sum royndi seg við 6 kg kúluni. Tvær ferðir lendi kúlan á 9,90 m, ið er persónligt met hjá honum.

Eftir kúlustoyt var diskus á skránni, og aftur var luttøkan óvanliga stór. Heili 10 vildu royna seg, har sjey fóru heim við betri persónligum metið enn tey komu við.

Marita og Emilia royndu seg í bólkinum gentur 12-13. Fyri báðar var hetta fyrsta diskus-kapping, men tað sást ikki á úrslitunum. Marita kastaði 750 g tunga diskin út á 17,42 m, meðan Emilia kastaði hann út á 12,49 m. Flott serliga tá havt verður í huga at tær undan kappingini, eins og Edna Maria, høvdu vant greinina í lítlan hálvan tíma.

Í bólkinum gentur 14-15 royndu Edna Maria og Bjørk seg. Her kastaði Bjørk 750 g tugna diskin út á 19,00 m, meðan Edna Maria í síni debut í diskukast fekk diskin út  15,18 m.

Tað vóru fimm, sum royndu seg í bólkinum dreingir 16-17. Her var tað aftur Hallur, sum kastaði 1,5 kg tunga diskin longst, tá hann bøtti sítt met við meir enn trimum metrum, so tað nú er 28,70 m. Hanus bøtti sítt met til 27,18 m, eins og Rúni bøtti sítt til 23,09 m. Steinolvur kastaði diskin út á 21,89 m, meðan Trygvi Laksáfoss bøtti sítt met við uml 4½ m so tað nú er 19,74 m.

Í bólkinum dreingir 18-19 var tað einans Helgi sum royndi seg við 1,75 kg diskinum. Hann kastaði diskin út á 27,95 m.

Samanumtikið komu tað sostatt 18 persónlig met í 24 startum, og fleiri vóru munandi betringar av gomlu metunum. Tó er enn nógv eftir, sum kann betrast, so vantandi verða øll metini betra enn meir í ár.

Øll úrslit síggjast her. Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *