179 børn stuttleikaðu sær á Stuttleikum

Hvirlan broncumerkið á Skála!
13.06.2009
Hvirlan góð úrslit á Tórsbreyt
19.06.2009

179 børn stuttleikaðu sær á Stuttleikum

Heili 179 børn royndu seg á Tórsbreyt tá Hvirlan á øðrum sinni skipaði fyri Stuttleikum. Tað er nærum dupult so nógv sum fyrstu ferð hetta tiltak var. Yngsti luttakarin var einans hálvtannað ár, meðan tann sum hevði ferðast longst var komin heilt úr Denver.

Longu hálvan tíma undan leikunum byrjaðu tey fyrstu at koma á Tórsbreyt, og tá tilmelding byrjaði kl. 13.30 var køðin lang, og tilmeldingin var í gongd stórt sæð óavbrotið líka inntil kl. 15.40. Tey seinastu høvdu sostatt “einans” 20 min at náða at leypa, kasta og renna sær til heiðursmerkið, men tað náddu tey.

Fyri at fáa heiðursmerkið skuldu børnini gjøgnumføra greinarnar bóltkast, longdarlop og 60 m renning. Bóltkast er forleyparin til spjótkast. Børn kasta bóltar heldur enn spjót, tí at tað primert setur krøv til grovmotorikkin og samsvarðar tí væl við menningastigið hjá hesum aldursbólkinum. Bóltarnir sum kastaðir vóru viga 150 g. Ymsar stílartir vóru sæddar, men øll fingu síni úrslit.

Longdarlop er tað sum millum børn ofta verður rópt “at leypa í sandin”. Á Stuttleikum verður ein sonevnd “avsets-zona” nýtt. Tað merkir at mált verður frá har sum barnið leypur. Hetta er í mun til hjá teimum eldru har mált verður frá einum planka óðansæð hvar tú leypur frá. Henda grein er stak væl dámd og tað vóru fleiri sum høvdu á orði at tey lupu longur í ár enn á Stuttleikum í fjør.

 

Renniteinurin var 60 m, og har var avgjørt at rennast skuldi undan vindinum fyri at fáa so góðar tíðir sum gjørligt. Tað vóru tað nógv sum royndu seg bæðið 2, 3 og fleiri ferðir, og tað gekk heilt væl at halda seg innanfyri sína egnu geir allan vegin.

Stuttleikir høvdu hesaferð spennandi vitjan. Tað var Bassi sum var komin at vitja. Nógv børn fingu eitt klem frá Bassa og øll fingu ein ryggsekk og eisini vóru ballónir býttar út.

Fleiri myndir eru at finna i myndasavninum.

Tiltakið var stuðla av   ,   og

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *