16 íðkarar hjá ítróttafelagnum Hvirluni kappast í Reykjavík

Í døgunum 11.-12. februar verður størsta innandura kappingin í frælsari ítrótt í Laugardalshøllini Í Reykjavík. Úr Føroyum fara 16 íðkarar í aldrinum 13 til 20 ár og 3 leiðarar at luttaka í kappingunum, sum deildin fyri frælsan ítrótt hjá ÍR (Íþróttafélag Reykjavíkur) skipar fyri. Henda deildin í ÍR er vinafelag hjá Hvirluni og hetta er 8. ferðin at Hvirlan vitjar íslendska felagið. Talan verður um innandura kappingar, har kappast verður í kasti, lopi og sprint.
Endamálið við ferðini hjá føroyska liðnum er at royna, hvussu íðkararnir eru fyri, og vita, hvørji úrslit teir fáa nú tunga vetrarvenjingin er um at vera av. So tað er ikki fyrst og fremst úrslitum farið verður eftir, men heldur at royna eina innandura kapping. Í fjør heyst var Hvirlan við í kappingum í Vaxjø í Svøríki.
Hvirlan hevur vant úti allan vetur, tí ongin innandura høll er tøk til endamálið.

Seinasta hond verður løgd á fyrireikingarnar

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *