15 gull, 17 silvur og 11 broncumerkið fyrra dagin á FMU

Fjølbroytt venjing á Tórsbreyt
22.08.2012
Sjey hvirlur til DMU
27.08.2012

15 gull, 17 silvur og 11 broncumerkið fyrra dagin á FMU

Tað var metluttøka tá FÍF skipaði fyri kapping um føroyameistaraheitið fyri børn og ung. Bæði gentur og dreingir kappast í bólkunum 8-9, 10-11, 12-13, 14-15, 16-17 og 18-19. Tó hevur FÍF aftur í ár valt einans at hava lítla helvt av greinunum við. Eisini í eldru bólkunum. Hetta gjørdi at onkur umhugsaði ikki at koma við, tí at hesir hava valt at specialisera seg í greinum, sum ikki eru á skránni í ár. Í yngru bólkunum var hetta ikki trupulleiki tá specialiseringin ikki er byrja har. Kappingin var væl fyriskipa, og gingu nærum allar kappingar eftir skránni.

Fyrra dagin vóru 44 kappingar á skránni. Av hesum fór Hvirlan heim við 16 gull, 16 silvur og 12 broncumerkjum, og var kapping um øll gullmerkini. Meir enn helvtina av startunum hjá Hvirluni góðu persónlig met. Fleiri bólkamet blivu eisini betra umframt eitt føroyskt met. Tey bestu úrslitini komu í eldru bólkunum, har venjingin spakuliga blívur meir fokusera uppá kappingar, mótvegis venjingini hjá teimum yngru, sum er miðað móti at menna teir grundleggjandi førleikarnar hjá ti einstaka íðkarnum.

Gentur 8-9 ár

Børka Berg Jørgensen var einasmøll Hvirla í yngsta bólki. Hennara fyrsta kapping var í bóltkasti. Her var Børka trygg tá hon longu í fyrsta umfarið kastaði bóltin út á 18,72 m, og harvið tryggjaði sær gullið. Umframt at verða persónligt met, so var úrslitið eisini betur enn verðandi bólkamet fyri gentur 8 ár.

Eftir bóltkast fór Børka til longdarlop, har hon skuldi royna seg móti somu kappingarneytum. Her endurtók hon bragdið og vann sítt næsta gullmerkið á degnum. Úrslitið er ikki tøkt, so longdin má koma seinni. Børka vann sær eisini eitt silvurmerkið á 400 m.

Dreingir 8-9 ár

Sigmund Jóhansson var einsamallur á startinum tá 60 m var skotin í gongd. Hann rann í fyrsta riðli, har hann kom á mál við tíðini 11,99 sek, ið er nýtt persónligt met. Tað rakk tó ikki til eitt pláss í finaluni.

Sigmund fór beina leið frá 60 m renningini til longdarlop, har hann á fyrsta sinnið skuldi royna seg. Hann legði út við at leypa 2,19 m. Næstu tvær royndirnar vóru eitt vet styttri, so hansara fyrsta roynd endaði við at verða tann besta.

Gentur 10-11 ár

Helena Svabo Ziska byrjaði dagin hjá 10-11 ára gomlu gentunum við at renna 60 m. Her skuldi hon renna í fyrsta riðli av trimum. Hon kom á mál við tíðini 11,01 sek, ið er 1/3 sek skjótari enn hon hevur gjørt áður. Hon var tó ov stutt at koma í finaluna.

Emma og Helena royndu seg í bóltkasti, og har var Emma í stórform, tí longu í fyrsta kasti fleyg bólturin út á 31,49 m. Tað takk til eitt silvurmerkið. Helena bøtti eisini um sítt persónliga met tá hon kastaði 18,45 m.

Helena var einasmøll í reyðum tá longdarlop fór í gongd. Her byrjaði Helena sterkt við at bøta um sítt persónliga met við 17 cm. Hon megnaði ikki at leypa longur í næstu tveimum lopunum, men lopið hjá henni rakk til eitt broncumerkið.

Síðsta kapping hjá teimum 10-11 ára gomlu gentunum var 4×100 m boðrenning. Her vóru einans tríggjar gentur í rætta aldri, tí var liðið supplera við við 8 ára gomlu Børku Berg Jørgensen. Sostatt runnu Børka, Helena, Lý Høgnadóttir og Emma Hansdóttir. Tær runnu flott í síni fyrstu boðrenning, har einasta venjing við depechunum var ½ tíma undan startinum. Tíðin hjá teimum var 1 min 12,64 sek.


Dreingir 10-11 ár.

Elias Tórsteinsson, Kristian Debes Kúrberg og Bárður Jóhansson umboðað, eins og so ofta áður, Hvirluna í hesum bólkinum. Teir byrjaðu við 60 m renning. Bárður var í fyrsta riðli, og kom hann á mál við tíðini 9,88 sek, ið er meir enn eitt sek skjótari enn hann hevur runnið teinin áður.  Í øðrum Riðli rann Kristian teinin uppá 11,75 sek, ið er 1½ sek skjótari enn gamla persónliga metið. Elias rann teir 60 m uppá 10,24 sek í triðja riðli.

Kristian, Elias og Bárður kastaðu bólt. Her legði Elias seg á annað pláss í fyrsta umfarið, men í øðrum Fór Kristian framvið tá hann kastaði 150 g tunga bóltin út á 32,10 m, ið er 12 m longur enn hann hevur kasta áður. Hóast góðar royndir, so helt hetta restina av kappingini, og Kristian fór tí heim við silvurmerkinum, meðan Elias fór heim við broncumerkinum. Bárður kastaði 21,84 m.

Elias og Bárður royndu seg á 300 m teininum. Báðir runnu teir í øðrum riðli.  Har kom Bárður á mál við tíðini 54,35 sek, og Elias við tíðini 54,64 sek. Báðir bøttu um síni persónligu met.

Dreingirnir royndu seg eisini í boðrenning. Liðið var manna av Sigmund, Kristian, Bárður og Elias. Tíðin hjá teimum er ikki tøk enn, men teir megnaðu at tryggja sær eitt broncumerkið.

Gentur 12-13 ár

Heilar seks gentur høvdu melda til í hesum aldursbólkinum, og vóru tær allar klárar tá fyrsta greinin (kúlustoyt) byrjaði. Tær seks vóru: Tinna Berg Jørgensen, Bjørk Sigurðsdóttir Lamhauge, Turið Biskopstø, Rebecka Jørgensen, Bjørk Mohr Joensen og Guðrið Káradóttir Petersen. Allar seks bøttu tær um síni persónligu met. Best var Tinna við 7,16 m, sum rakk til broncumerkini. Bjørk S.L. kom út á 6,91 m, Guðrið 6,14 m, Bjørk M.J. 5,95 m, Turið 5,47 m og Rebecka 5,31 m.

Dysturin um skjótastu 12-13 ára gomlu gentu byrjaði við innleiðandi riðlum, har Tinna var í tí fyrsta. Hon vann trygt við tíðini 11,61 sek. Rebecka kom í sama riðli á mál við tíðini 13,90 sek, ið er persónligt met. Í øðrum riðli var Bjørk S.L. Hon rann sín fyrsta 80 m uppá 13,37 sek, ið rakk til eitt pláss í finaluni. Turið Biskopstø rann teinin uppá 14,54 ið eisini er persónligt met. Í síðsta riðli rann Bjørk M.J. teinin uppá 13,41 sek, ið er persónligt met. Hon var 0,04 sek frá finaluni.

Eftir innleiðandi 80 m renningina var farið til hæddarlop, har Bjørk S.L., Guðrið, Rebecka og Tinna royndu seg. á 1,20 m vóru tað einans tvær eftir, og har var tinna onnur. Tær hildu so áfram, líka upp til 1,34 m, har Tinna kom uppum í fyrstu royndini. Tað vísti seg at verða avgerðandi, tí hvørgin kláraði 1,37 cm. Harvið vann Tinna gull vegna færri niður-rívingar á undanfarnu hædd. Rebecka leyp 1,05 m, Guðrið 1,00 m, meðan Bjørk ikki kom uppum 1,00 m. Guðrið og Rebecka tangeraðu síni persónligu met, meðan Tinna bøtti um sítt met við 6 cm.

Í dystinum á 300 m teininum var Rebecka einsamøll at umboðað Hvirluna. Hon rann í fyrra riðlinum, har hon kom á mál við tíðini 58,00 sek, ið er nýtt persónligt met.

Tær 12-13 ára gomlu genturnar royndu seg á 4×100 m. Liðið var tó nakað vikna tí at av tí at reglarnir søgdu at ein luttakari einans kundi luttaka í eini boðrenning á degnum, so var avgjørt at Tinna rann við teimum eldru gentunum. Hetta merkti at liðið var Bjørk M.J., Guðrið, Rebecka og so Bjørk S.L. Tær runnu sær til eitt flott silvurmerkið.

Dreingir 12-13 ár

Dávið Hentze og Dánjal Dahl Ljósheim royndu seg móti teimum 12-13 ára gomlu dreingjunum. Viðmerkjast kann at báðir hoyra eru teir í yngra endanum. Fyrsta greinin var hæddarlop. Tá báði komu uppum 1,20 m var greitt at báðir fóru at koma heim við heiðursmerkjum. Longur kom einans Dávið, ið leyp uppum bæði 1,25 m og 1,30 m áðren hann, eftir tvær miseydnaðar royndir á 1,35 m valdi at gevast. Av tí at Dánjal hevði rivið ov ofta endaði hann á triðja plássi. Báðir bøttu teir um síni persónligu met.

80 m teinurin var næstur á skránni, og í fyrsta riðli var Dávið klárur. Hann rann flott og kom á mál við tíðini 12,32 sek, ið er meir enn eitt sek skjótari enn hann hevur runnið teinin áður. Dánjal rann í øðrum riðli og megnaði hann eisini at bøta um sítt persónliga met.  Tíðin hjá Dánjal var 12,73 sek. Báðir tryggjaðu teir sær pláss í finaluni.

Dreingirnir skuldu royna seg við 3 kg kúluni. Dávið var stabilur, har øll stoytini vóru millum 6 og 7 metrar, við tí longsta úti á 6,62 m. Úrslitið hjá Dávið rakk til eitt broncumerkið. Dánjal kom út á 5,23 m.

Síðsta grein hjá 12-13 ára gomlu dreingjunum var 300 m. Her vóru aftur báðir klárir. Í fyrra riðlinum rann Dánjal, og legði hann seg á odda beinan vegin, og helt á mál. Tíðin hjá honum í fyrsta 300 m var 50,42 sek. Í seinna riðlinum var Dávið. Hann kempaði tað hann kundi, men kom hann á mál sum nummar trý við tíðini 50,27 sek, ið er 3 sek skjótari enn gamla persónliga metið. Tíðin var tó 0,15 sek betur enn hjá Dánjal í fyrra riðlinum og sostatt fór Dávið við broncuni.

Gentur 14-15 ár

Edna Maria Debes, Marita Káradóttir Petersen, Emilia Larsen og Alda Sigurðsdóttir Lamhauge umboðaðu Hvirluna móti hinum 14-15 ára gomlu gentunum. Fyrsta kapping var hæddarlop, har Edna Maria og Marita royndu seg. Her vóoru Edna Maria og Marita tryggar uppum hvørja ferð upp til 1,38 m. Tá vóru tær einsamallar eftir í kappingini. Tá yvirliggjarin fór upp á 1,41 m kom Edna Maria uppum í fyrstu royndini og bøtti harvið um sítt persónliga met við 3 cm. Marita hevði nakrar góðar royndir, men hesaferð vildi yvirliggjarni ikki blíva liggjandi. Edna Maria var ikki at steðga, tí hon kom eisini uppum 1,44 m, ið er 1 cm hægri enn verðandi føroyska met hjá kvinnum. á 1,47 m reiv Edna Maria yvirliggjarin niður tvær ferðir, men triðju ferð gekk, og bøtti hon sostatt aftur um føroyska metið. Hon royndi seg so á 1,50 m. Fyrstu tvær royndirnar vóru ikki so góðar, men tann triðja vær so nær við at yvirliggjarin tað sama kundi verði liggjandi. So var tó ikki, so hon endaði við 1,47 m, ið umframt at verða føroyskt met sjálvandi eisini er bólkamet og persónligt met.

Fýra Hvirlur vóru í finaluni á 100 m teininum. Her hevur Edna Maria verði tann stinnasta í ár, og soleiðis var eisini hesaferð. Hon legði seg á odda beinan vegin og økti spakuliga inntil hon kom á mál við tíðini 13,77 sek, ið er næstan 0,2 sek skjótari enn hennara einans 3 vikur gamla bólkamet. Nevnast kann at tíðin er væl betur enn kravið til elitubólkin hjá teimum vaksnu, og eisini nógv skjótasta tíð hjá kvinnum á degnum. Marita rann seg til eitt trygt broncumerkið við tíðini 14,63 sek, meðan Alda bøtti um sítt persónliga met tá hon kom á mál við tíðini 14,95 sek.

Síðsti dystur hjá teimum 14-15 ára gomlu gentunum var við 750 g tungu diskunum. Her vísti tað seg at dysturin um heiðursmerkini stóðu millum tær trýggjar hvirlurnar, Ednu Mariu, Maritu og Emiliu. Her tók Edna Maria hinar av bóli tá hon í fyrsta umfarið kastaði 21,15 m, ið er persónligt met við góðum metri, umframt at tað er bólkamet fyri gentur 15 ár.

Edna Maria, Tinna, Marita og Alda royndu seg í 4×100 m boðrenning. Hóast skiftini ikki gingu eftir vild, so megnaðu tær tó at koma langt undir gamla føroyska metið. Tíðanverri vóru tær eitt vet og stuttar til at náða gullmerkjunum. Tó stak flott runnið.

Dreingir 14-15 ár

Tóri, Jákup og Tórur royndu seg við 1 kg tungu diskunum. Jákup var tann einasti, sum megnaði at fáa diskin út úr búrinum í fyrsta umfarið, og legði so sostatt á odda. Í øðrum umfarið fór Tórur framvið. Í triðja umfarið broyttist alt, tí tá fekk Tóri endiliga teknikkin at rigga og kastaði hann 1 kg tunga diskin út á 23,61 m, ið rakk til gullmerkið, meðan Tórur aftur økti so hann endaði við 19,15 m og fór soleiðis heim við silvurmerkinum. Longsta kast hjá Jákup var 17,16 m.

Allir tríggir royndu seg á 100 m teininum. Her var Tórur tryggur á øðrumplássi við tíðini 13,91 sek, meðan jákup tryggjaði sær broncumerkið. Hann kom á mál við tíðini 14,69, ið er persónligt met. Tóri fekk eisini persónligt met. Tíðin hjá honum var 14,96 sek.

Í hæddarlopinum vóru Tórur, Jákup og Tóri til dystin fús. Her var ongin ivi um at flottasta teknik hevði ungi Tórur. Enn er styrkin tó ikki til tær stóru hæddirnar, so hansara 1,40 m rakk til silvurmerkið, meðan Tóri og Jákup komu uppum 1,25 m. Jákup kom tó uttan at ríva niður á vegnum og fekk soleiðis broncumerkið. Tórur og Jákup tangeraðu síni persónligu met, meðan Tóri setti nýtt met.

800 m var síðsti dysturin áðren stafettina. Her var Jákup einsamallur at royna seg. Hann rann eina flotta kapping. Tíðan verri so er onkursvegna miseydnast at fáa hansara tíð registeraða av eltíðar-skipanini. Tí er hann noteraður fyri manuellu tíðina 2 min 47,6 sek. Hann vann eitt silvurmerkið.

Gentur 16-17 ár

Aftur hesaferð var Bjørk Reynagarð Svabo einsamøll at umboðað Hvirluna í hesum aldursbólkinum. Hon royndi seg í kúlustoyti. Hetta eydnaðist stak væl, tí hon vann ein tryggan sigur við nýggjum persónligum metið.

Dreingir 16-17 ár

Fyrsti startur hjá teimum 16-17 ára gomlu dreingjunum úr Hvirluni var kúlustoyt. Her var tó einans spenningur um hvørt Hallur Simonsen ella Hanus Bergsson fóru at enda omaná. Hanus legði sterkari út tá hann stoytti kúluna út á 11,37 m, men í øðrum umfarið fór Hallur framvið. Hetta helt sær og tí fór Hallur heim við gullmerkinum og Hanus heim við silvurmerkinum.

Á 100 m teininum høvdu tríggjir avgjørt at royna seg. Tveir kastarar og ein sprintari. Tummas Napoleon Are fekk góðan start og vann ein tryggan sigur. Dysturin um næstu hini heiðursmerkini bleiv óvanta tættur, tí Hanus Bergsson og Hallur Simonsen vístu at kastarar eisini kunna renna. Hanus vann henda dyst ognaði sær silvurmerkini, meðan Hallur var eitt vet og stuttur til broncumerki. Kastarnir báðir bøttu munandi um síni persónligu met.

Dreingir 18-19 ár

Trygvi Laksáfoss og Bjarni Kárason Peteren byrjaðu longu kl. 10 við longarlopi. Trygvi hevur lopið væl til venjing í seinastuni, og í fyrsta lopinum vísti hann at tað er við at verða har, tí hóast atrenningin ikki riggaði, so leyp hann tó út á 5,56 m. Tíðanverri so vildu næstu tvær royndirnar ikki heilt, og tí endaði tað við at fyrsta lopið var tað besta. Bjarni leyp á øðrum plássi 4,93 m.

Kúlustoyt var ein dystur millum teir reyðu úr Hvirluni. Trygvi og Bjarni vóru komnir beint frá longdarlopinum. Teir royndu seg mótur Tróndur Arge og Steinolvur Geyti. Her endaði tað við eini tvíbýttari kapping, har Tróndur og Steinolvur høvdu ein tættan dyst um gullið. Hendan dystin vann Tróndur, tá hann í síðsta umfarið fór 6 cm framum Steinolv, við 10,24 m. Tróndur setti nýtt persónligt met meðan Steinolvur var 1 cm frá sínum. Dysturin um broncuna var eins tættur. Hendan dystin vann Trygvi við 8,71 m móti teimum 8,10 m hjá Bjarna. Bjarni setti nýtt persónligt met, meðan Trygvi stoytti 6 kg kúluna longur enn hann megnaði 5 kg kúluna í 2011.

Hóast einans tvær Hvirlur stóðu klárar tá 100 m starturin fór, so var ongin ivi um at vinnarin rann í reyðum, tí teir sum runnu fyri Hvirluna vóru Rúni Jacobsen og Trygvi. Teir hava havt nógvar tættar dystir, og so var aftur hesaferð. Í mótvindinum megnaði Trygvi at hála seg framum í startinum, og hóast Rúni pressaði allan vegin, so helt Trygvi. Hann kom á mál við tíðini 11,94 sek.

Ein boðrenning var eisini hjá teimum elstu. Hendan var manna av Trygva, Rúna, Tummas Napoleon og Hanus. Teir løgdu hart út og lógu fremst á fyrsta skiftið. Næsta skifti var líka við at miseydnast heilt, men teir megnaðu tó at skifta innanfyri zonuna. Triðja var heldur frægari, og var Hvirlan tá einar 10 m frammanfyri næsta lið. Hesa leiðslu helt Hanus heilt á mál. Tað er tó eyðsýnt at arbeiðast skal við skiftum um skjótu 100 m úrslitini skulu umsetast til góðar tíðir á 4×100 m, bæði hjá gentum og dreingjum.

Fleiri myndir eru í myndasavinum. Øll úrslitini koma vantandi skjótt á www.athletics.fo.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *