16 ára gamli Tórur á danska U20 landsliðið

Tórur vann sítt fyrsta danska meistaraheitið
24.08.2015
22 heiðursmerkir fyrra dagin av FM
29.08.2015

16 ára gamli Tórur á danska U20 landsliðið

Longu tá Tórur byrjaði at venja sum 12 ára gamal, var hugurin mest til lop, men sum hjá øllum í Hvirluni, so var venjingin rættuliga breið. Hann gjørdi altíð sítt besta, um skráin so segði kast, lop, renning ella bara grundvenjing. Í farnu viku kom enn ein staðfesting av hvussu langt tað hevur borið, tí tá bleiv hann, 16 ára gamal, úttikin til tað danska U20 landsliðið, sum skal í dyst móti hinum norðanlondunum í Finnlandi komandi vikuskiftið.

IMG_7545

Í 2014 byrjaðu vit veruliga at síggja úrslit, og var tað ein orsøk til at Tórur fekk tilluta úrvals stuðul frá ÍSF. Kappingarárið 2015 byrjaði við innandura kappingini Stórmót ÍR í Reykjavík. Har Tórur trygt vann bólkin Dreingir 16-17 ár, og samstundis leyp longri enn vinnarin hjá monnunum. Onnur og síðsta innandurakapping var danska meistaraheitið fyri ung. Her gekk ikki heilt eftir vild, men tó megnaði Tórur at vinna sær eitt broncumerkið, samstundis sum hann aftur økti um bólkametið.

IMG_6746

Eftir ein umgang av grundvenjing var næsta týdningarmikla kapping oyggjaleikirnir. Her var tó ein lítil skaði, sum gjørdi at Tórur ikki fekk sprinta í atrenningini, og harvið blivu lopini ikki tað, sum ætla var, men tó rakk tað til eitt pláss í finaluni. So var fari til Íslands at kappast móti bestu íslendingunum í samband við íslendska meistaraheitið. Her økti Tórur aftur um bólkametið, tá hann leyp næstlongsta lop í kappingini. Tvær vikur seinni royndi Tórur seg í dysti um danska meistaraheitið hjá teimum vaksnu. Her bøtti hann aftur um bólkametið og ognaði sær samstundis silvurmerkið. Aftur kundi han venja tvær vikur áðrenn ein avbjóðing aftur stóð fyri framman, tí nú var tað danska meistaraheitið fyri ung. Her var spenningurin tó ikki so stórur, tí Tórur var so mikið væl fyri at tað, ið kundi forða einum sigri var at hann gjørdi yvirtrakk tríggjar ferðir. So var ikki, tí longu í fyrsta lopið avgjørdi hann kappingina til egnan fyrimun.

IMG_7405

Danska meistaraheitið fyri ung skuldi verða síðsta stóra kappingin, men beint undan DMU komu boð um at Tórur var úttikin til danska liðið, sum skuldi dystast um norðurlendska U20 meistarheitið í Finnlandi 29. og 30. August. Her skal hann kappast móti monnum sum eru góð 2 ár eldri, og tí er ikki vantandi at hann ger seg galdandi hesaferð, men at verða úttikin til slíka kapping so ungur er ein flott staðfesting av hvussu langt tað kann røkka tá viljin er til staðar.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *