100 m á skránni annan dagin í Gøteborg

VU-spelen byrja
01.07.2016
Tórur leyp langt í Gøteborg
03.07.2016

100 m á skránni annan dagin í Gøteborg

Annar dagurin á VU spelen snúði seg um 100 m renning, tí Alda, Tórur, Tummas Napoleon og Tórur skuldu øll royna seg á hesum teininum.

Fyrstur í eldin var Tórur. Upprunaliga var ætlanin at luttaka í longdarlopi, men avgjørt var at royna at sleppa við á 100 m í staðin, tí tað er minni belastandi enn longdarlop, og við høvuðsgreinini trýstøkk í morgin, verður alt annað lagt til rættis fyri optimalum úrslitið í høvðusgreinini. Tórur slapp við á 100 m uppá avboð, og so var at gera klárt. Tórur kom væl úr blokkinum, men reisti seg í so skjótt upp, og misti tí nakað av “drive” á fyrstu metrunum. Annars gekk gott, og kom Tórur á mál við tíðini 11,66 sek, sum er 0,12 sek skjótari enn hansara gama persónliga met, og eisini 0,1 sek skjótari enn bólkametið (D18), sum Rúni Jacobsen og Rói Holgarsson áttu í felag.

Næst í eldin var Alda. Hon hevði fingið bana tvey í fyrsta riðli. Tá hon var klár, bíðaði hon til startarin bað íðkarar lata seg úr yvirklæðunum, og síðan fara í startblokkarnar. Tá hon er ávegis í blokkin sær hon at onkur hevur flutt uppá blokkin, so tað ikki longur passar til hana. Tíð var ikki til at broyta aftur, og tí noyddist hon at starta uttan at hava blokkin settan rættan. Hon kom, eftir umstøðunum, væl frá byrjan, og rann væl allan vegin. Tíðin gjørdist 13,55 sek, sum er persónligt met og einans 0,01 sek frá føroyska metinum.

So skuldu mennirnir royna seg. Bæði Rúni og Tummas Napoleon eru fluttir av landinum í lestrarørindum. Rúni til Danmarkar, har hann venur við Sparta og Tummas Napoleon har hann venur við Tjalve. Báðir hava teir fingið royndar venjarar í sínum nýggju feløgum. Í dag var tað tó Føroyar, ið stóð á rygginum hjá báðum. Fyrst royndi Rúni, sum hevur verði skjótasti maður í Føroyum í seinastuni, seg. Hann fekk ikki heilt glið á beinini í dag. Tíðin gjørdist tó 10,46 sek í einum lítlum mótvindi. So átti Tummas Napoleon tørn, hann hevur til venjing starta sera væl, men í dag riggaði drivi fyrstu metrarnar ikki heilt, og tí kom hann ikki upp í ferð. Við tíðni 10,73 sekk rann hann tó sína skjótastu tíð á árinum. Hjá báðum, eins og hjá Aldu og Tórur, nógv potentiali eftir.

Í morgin er skráðin (føroyska tíð):

  • 14:00: 200 m G18-19 (Alda)
  • 15:10: 200 m Menn (Rúni og Tummas Napoleon)
  • 15:10: trýstøkk D18-19 (Tórur)
  • 17:45: trýstøkk G18-19 (Edna Maria)

live-stream frá kappingunum í morgin sæst her.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *