10 Hvirlur luttóku í VK 7 á Grækarismessu í Vági!

Summarfrælsar byrja í Apríl
13.03.2016
Mannfólkarenning 2016
25.03.2016

10 Hvirlur luttóku í VK 7 á Grækarismessu í Vági!

Í næstseinasta umfari í Vetrarkappingini VK 7 í Vági luttóku uml. 70 rennarir og er tað metluttøka í Vági. Tað bleiv byrjað og endað vesturi á Eiðinum, og annars var rutan knappar 10 km long, við fleiri tungum brekkum, men annars góðum rennilíkindum og vakrari náttúru. Hvirlan fekk ikki minni enn 4 gullmedaljur heimaftur við, so tað kann ikki sigast annað enn, at tey reyðu eru fá, men kná.

vk7

Dánjal Ljósheim  vann sína 6 gullmedalju í dag við tíðini 10,49.  Rigmor N. Arge vann ikki minni enn 2 gullmedaljur, hon vann bæði opna bólkin og veteranbólkin og Cecilia Arendal vann gull fyri superveteranar. Allar tíðirnar hjá rennarunum eru at síggja inni á www.fif.fo

Hetta var ein avbera góður og harður rennitúrur í Vági. Ikki kann sigast annað enn, at alt var væl fyriskipað og takk fyri góða kaku, frukt og kaffimunn aftaná.

Seinasta vetrarkappingin VK 8 verður í Runavík næsta vikuskifti 19/3-16. Tilmelding fer fram inni www.fif.fo har kunning um tiltakið eisini er at síggja.

 

1 Comment

  1. Finn says:

    Takk somuleiðis Hvirlur 🙂 Hugaligt at hava tykkum á vitjan – og tað sást at tykkum nýtti tað at vitja okkum 🙂 Blíðan byr víðari…

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *