Øssur uppum 195 cm og Hallur í talentbólkin

Tvær Hvirlur afturat klára A-kravið til talentbólkin
28.05.2011
Stuttleikir komandi sunnudag
30.05.2011

Øssur uppum 195 cm og Hallur í talentbólkin

Seinni dagurin av venjingarleguni hjá talentbólkinum bleiv eins hendingaríkur og tann fyrri. Hesaferð var tað Hædd, longd og diskus, sum Hvirlurnar royndu seg í. Fyrst á skránni var hædd. Tað regnaði illa meðan kapping var, og vátt var at lenda í madrassuni, men tað nervaði tó ikki leyparnum. Trygvi leyp trygt uppum 150 og 160 cm. So royndi hann seg á 170 cm. Har vær serliga næsta royndin sera nær við, men tíðanverri so datt yvirliggjarin niður. Øssur leyp trygt uppum 170 og 180 (ið er føroyska meti) eisini. So fór yvirliggjarin uppá 185 cm, sum eisini bleiv klára uttan trupulleikar. Somuleiðis á 190 cm. Fyrstu ferð yvirliggjarin datt niður var fyrsta roynd á 195 cm, men aðru ferð fley Øssur eisini uppum 195 cm. So bleiv yvirliggjarni fluttur upp á 2.00 m. Har var Øssur nær við í báðum teimum fyrstu royndunum, men hesaferð gekk ikki. Tó stak flott at betra sítt met (og felagsmetið) við 15 cm í einum!

Næsta greinin var longdarlop, sum eisini fór fram í regni. Her royndu Marita, Tinna og Tórur seg. Størstur var spenningurin hjá Tóri tí hann skuldi royna at kvalificera seg til talentbólkin. Marita leyp 4,22, meðan Tinna leyp 4,18. flott av teimum báðum. Tórur kom í triðja lopið, ið var einasta lop hjá honum við góðkendum vindi, út á 4,42 m. Tíðanverri er kravið 4,80 m. So hesaferð gekk ikki. Lítil ivi er tó um at hann ferð at klára kravið i summar.

Síðsta greinin var diskuskast, har serliga Hallur og Helgi skuldu royna at klára kravið. Við í kappingini vóru eisini Hanus, Trygvi og Tórur. Helgi hevði tíðanverri eina kapping har teknikkurin bara ikki vildi. Hallur byrjaði eisini eitt sindur ósikkurt, men í fjóra umfarið bar til. Tá lendi diskurin á 33,12 m, sum er góðan ½ m longur enn A-kravið. Hanus betraði sítt met til 30,19 m.

Stuttligt at síggja at venjingin hevur flutt íðkarnar eitt stórt stig framá, og ikki minni hugaligt at vita at har er nógv eftir sum kann gerast betur, so framgongdin kemur uttan iva at halda áfram.

1 Comment

  1. Helgi Winther Olsen says:

    SODAN ØSSUR!!! SHIT HATTA ER GOTT!

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *