Øssur føroyskt met og broncu í hæddarlop

Venjingartíðir hjá Hvirluni summar 2011
20.06.2011
Heri gjørdist ov stuttur
28.06.2011

Øssur føroyskt met og broncu í hæddarlop

Upptaktin til hæddarlop hjá Øssur var av tí allar besta tí at Bjørk Herup Olsen hevði megna at vunnið eitt flott broncumerkið á hálvmarathon teininum, eftir at hava ligið sum nummar fýra stóran part av kappingini. Sjálvsálitið minkaði tó eitt sindur undir upphiting tá mótstandarnir ein fyri og annar eftir hitaðu upp á hæddum væl omanfyri føroyska metið hjá Øssur. Upphitingin vísti tó at Øssur var væl fyri, so hóast byrjunarhæddin var sett niður frá 180 cm til 170 cm eftir ynski frá Øssur, so valdi hann at byrja á 180 cm. Føroyska metið, sum Øssur sjálvur setti til FM í 2010 var 176 cm.

Hann leypa lætliga yvir 180 cm, og somuleiðis yvir 185 cm. Á 190 cm reiv hann yvirliggjaran niður í fyrstu royndini, men í aðru royndini kom hann lættliga yvir. So var yvirliggjarin fluttur upp á 195 cm. Væl av mannfallið hevði tó verði á vegnum, tí nú vóru bara 4 mans eftir í kappingini. Ein kom uppum í fyrsta lopið, ein kom uppum í øðrum, meðan Øssur og Erik Larsson av Gotlandi komu uppum í triðju royndini. Øssur royndi seg á 200 cm tríggjar ferðir, og serliga onnur royndin var stak góð. Hann kom væl uppum yvirliggjaran, men tíanverri misti hann spenni ov skjótt, og tí kom hann niður áyvirliggjaran.

Tað var einans tann eini sum kom uppum 200 cm og so skuldi teljast. Tað er nevniliga so at um tveir hava lopið eins høgt, so verður hugt at síðstu hædd báðir kláraðu, fyri at vita hvør nýtti fæst royndir at klára tað, um enn var javnt, so verður hugt longur aftur. Spenningurin var stórur, tí tað vóru tríggjir sum høvdu lopið eins høgt, og um illa vil við, so kundi Øssur enda við tí ótaknemmeliga fjóra plássinum. Tað vísti seg tó at Erik Larsson og Øssur høvdu lopi identiskt og tí fingu teir báðir broncumerkið. Hetta merkti eisini at Frælsur ítróttur longu hevur fingið fleiri heiðursmerkir enn á seinastu trimum leikunum.

Heri var í eldinum samstundis sum Øssur. Hann royndi seg í hamarkast. Teknikkurin vildi ikki heilt og tí noyddist hann at seta tempo niður, og fekk á tann hátt eitt pent kast móti endanum, men uttan intensitet. Tað var tó 43,05 m, ið er næstan 3 m longur enn hann kastaði á Álandi fyri 2 árum síðan. Tó kann tað ikki sigast at verða nøktandi.

Næsta kapping hjá Øssur er trýstøkk, sum verður fyrrapart fríggjadagin, meðan Heri skal kasta diskus týskvøldið. Longsta lop hjá Øssur er føroyska innandura metið frá Stórmót ÍR í januar í ár. Tá leyp hann 13,40 m. Vónandi megnar hann at leypa enn longur, og um væl vil verða við kann hann koma at dystast um heiðursmerkið. Heri hevur kasta diskin út á 43,53 m fyrr í ár, og hóast forholdini tá vóru optimal til diskus, so er málið at kasta enn longur og at dystast um heiðursmerkir.

Fleiri myndir koma í myndasavni seinni.

1 Comment

  1. Hallur Holm says:

    Til lukku Bjørk og Øssur!!

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *