Øssur bøtti føroyska metið í trýstøkk við 85 cm!

Síðsta hvirluvindavenjing í Sandágerði 6. juli, og vit byrja aftur 10. august :-)
29.06.2011
GPU3 á Tórsbreyt gav nógv góð úrslit.
02.07.2011

Øssur bøtti føroyska metið í trýstøkk við 85 cm!

Síðsti dagurin á Farivay Athletics Stadium í Sandown á Isle of Wight gav enn eitt føroyskt met til Øssur. Ella rættari tvey met, tí hann bøtti meti í tveimum umgangum

Kappingin byrjaði sum avtala við at Øssur leyp eitt tekniskt pent lop, og har lendi hann á 13,32 m, ið var ein betran at gamla metinum á 24 cm. Í øðrum lopinum leyp hann so heilar 13,93 m. Tað er 11 cm longur enn hann, ið vann broncumerkið á Álandi, leyp. Hesaferð var støðið tó eitt heilt annað, tí at ein av Cayman leyp heilar 15.39 í fyrsta lopið og setti harvið oyggjaleikamet. Seinni betraði hann so metið enn meir, so at tað nú er heilar 15,68 m. 

Fram til triðja umfarð var tó ein lítil dreymur um at náða broncumerkinum, men so byrjaðu ein av Saarema, ein av Gotlandi og ein av Isle of Wight at flyta seg úteftir, og tað endaði við at broncan fór fyri 14,67 m, ella lítlan metur longur úti enn í 2009. Øssur kom ikki longur út, men øll hansara lop vóru omanfyri 13 m, og tað síðsta var 13,79 m. Hann endaði sostatt við 13,93 m á einum sætta plássi. Ein stak flot trýstøkks-debut á oyggjaleikum. Næsta stóra kapping hjá honum verður Jatnatøk á Tórsbreyt 23. juli har hann í hæddarlop m.a. fær kapping frá íðkara, sum hevur lopið 2,05 m í hæddarlopi í ár.

Viðmerkjast kann at hetta er triðja kapping í trýstøkk hjá Øssur, og eisini triðja kapping hann setur føroyskt met. Hann hevur eisini sett føroyskt met í øllum kapping í hæddarlopi undantikið tí allar fyrstu hann lúttók í. Metið í trýstøkk hevur hann bøtt við meir enn einum metri, og í hæddarlopi við 20 cm.

Øll úrslitini av oyggjaleikum síggjast her. Myndir frá oyggjaleikunum er at finna í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *